Fótbóltur

Gransking og kropslig venjing í fokus

21 kropsligir venjarar tóku lut, tá FSF sunnudagin skipaði fyri tiltaki, har ljós varð varpað á styrkisvenjing í fótbólti, og sum kropsligu venjararnir hjá A-landsliðunum hjá kvinnum og monnum skipaðu fyri.

– Fyri 20-25 árum síðani var eg einsamallur innan hetta økið í Føroyum, men síðstu árini eru fleiri lægst afturat, sigur Magni Mohr millum annað við fsf.fo (Mynd: Fótbóltssamband Føroya)

– Fyri 20-25 árum síðani var eg einsamallur innan hetta økið í Føroyum, men síðstu árini eru fleiri lægst afturat, sigur Magni Mohr millum annað við fsf.fo (Mynd: Fótbóltssamband Føroya)

2023-02-21 14:34 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Kropsligu venjararnir hjá A-landsliðunum hjá kvinnum og monnum, Eli Nolsøe Leifsson og Magni Mohr, ið hava tikið stig til tiltakið, sum var fyri fyrstu ferð.

Heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum skrivar, at endamálið var vitanardeiling, og at varpa ljós á tær avbjóðingar, ið kropsligu venjararnir, sum eru knýttir at føroyskum fótbólti, hava.

– Evnið hesaferð var styrkisvenjing í fótbólti. Men vit komu eisini inn á leiklutin hjá kropsligu venjarunum, venjingartyngd, tøkniligar skipanir, sum feløgini nýta, umframt styrkir og avbjóðingar, sum eru á økinum. Ætlanin er at møtast eina ferð um árið, har ymisk evni verða viðgjørd, og nýggj vitan verður løgd fram, sigur Eli Nolsøe Leisson við fsf.fo.

Eli Nolsøe Leifsson er kropsigur venjari hjá kvinnulandsliðnum. Hann í løtuni PhD-lesandi á Fróðskapanarsetrinum, har Magni Mohr, professari í fysiologi, og sum í meir enn 25 ár hevur granskað fótbólt og intervallítrótt, og Joao Brito, kropsligur venjari hjá portugisiska manslandsliðnum, eru vegleiðarar. Sum partur av útbúgvingini skal hann vitja Brito og portugisiska fótbóltssambandið í næstum.

[object Object]

Tey flestu feløgini í Føroyum hava nú ein kropsligan venjara fast tilknýttan. Magni Mohr greiðir frá, at talan er um eitt slag av kollvelting og stór framstig fyri føroyskan fótbólt og ítrótt:

– Fyri 20-25 árum síðani var eg einsamallur innan hetta økið í Føroyum, men síðstu árini eru fleiri lægst afturat, og eisini er eitt nýtt ættarlið av kropsligum venjarum, ið hava eina ítróttarliga granskingarbakgrund, ávegis. So hetta vitnar um stór framstig innan føroyskan fótbólt og ítrótt yvirhøvur.

Hann endar við at siga, at kropslig venjing er ein stór vísindagrein, og neyðugt er at hava fólk við ítróttagranskingarførleikum, umframt meira gransking í føroyskum ítrótti.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder