Fótbóltur

Gransking: Ógvuslig møði í longdu spælitíðini

Fróðskaparsetur Føroya hevur saman við Syddansk Universitet og University of Thessaly í Grikkalandi útgivið ta fyrstu vísindaligu greinina um fysiologisku krøvini í fótbóltsdystum, sum vara 120 minuttir.

Magni Mohr er verkætlanarleiðari og høvuðsrithøvundi (Savnsmynd)

Magni Mohr er verkætlanarleiðari og høvuðsrithøvundi (Savnsmynd)

2022-08-22 17:13 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fróðskaparsaetur Føroya: Í seinastu endaspølunum í fótbólti er eitt vaksandi tal av dystum endaðir við longdari leiktíð. Eisini síðani, at mál á útivølli verða roknað sum vanlig mál, eru fleiri dystir í bæði heimligum og altjóða steypakappingum hjá feløgunum avgjørdir við longdari spælitíð. Í Føroyum hava vit í summar somuleiðis sæð fleiri føroysk feløg í longdari leiktíð í europeisku kappingunum.

Men hvussu fysiologiskt krevjandi er tað at spæla fótbólt í 120 minuttir?

Hetta hevur Magni Mohr, professari á Fróðskaparsetri Føroya, saman við útlendskum granskarum nú granskað neyvt fyri fyrstu ferð nakrantíð.

Verkætlan varð framd í Trikala í Grikkalandi. Her spældu tvey mannlig úrvalslið ein dyst við longdari spælitíð. GSP-tøkni varð brúkt til at fylgja spælarunum, og so vórðu skjótleika- og styrkiskanningar gjørdar áðrenn og aftan á vanliga tíð (90 min.) og eftir longda leiktíð (120 min.).

Eisini vórðu blóðroyndir og vøddaroyndir (vøddabiopsiir) fyri fyrstu ferð tiknir undir dysti, sum vardi í 120 minuttir.

Magni Mohr, sum er verkætlanarleiðari og høvuðsrithøvundi, sigur soleiðis um úrslitini:

- Í fyrsta lagi vísa vit, at spælararnir missa førleikan til intenst dygdararbeiði í longdu spælitíðini, og serliga eru tað evnini at endurtaka spurtir, ið meira ella minni detta burtur. Vit vísa eisini, at vøddasukrið minkar undir dystum, men fer væl niðurum kritiska markið (250 mmol/kg vødda) í longdu spælitíðini. Vit vita, at hetta ávirkar evnini hjá vøddakyknunum at menna kraft. Eisini síggja vit, at evni, sum er staðfest at ávirka virknið hjá heilanum, m.a. ammoniakk, vaksa serstakliga nógv í blóðinum frá 90 minuttum upp í 120 minuttir, og hetta vita vit elvir til sentrala møði (møði í sentralnervaskipanini). Stutt sagt, so síggja við kropsliga møði, sum er munandi ógvusligari enn tann møðin, sum vit vita kemur mitt í seinna hálvleiki av einum vanligum dysti, sigur Magni Mohr.

Greinin, sum í fyrstu atløgu er almannakunngjørd í netútgávu í viðurkenda ítróttarmedisinska tíðarritinum, Medine and Science in Sport and Exercise, byggir á verkætlan sum UEFA, Novo Nordisk Grunnurin og Team Danmark hava stuðlað. Vísindaliga greinin kemur eisini í tøkum tíma, nú enn ein HM-kapping stendur fyri framman, og tí metir Magni Mohr, at hon fer at verða væl miðlað altjóða.

- Vit fara at senda tíðindaskriv út nú til bæði norðurlendskar og altjóða miðlar, og vit vænta, at greinin fer at vekja ans, tí skjótt verður HM í Katar. UEFA og Team Danmark fara eisini at miðla úrslitini, so at lið kunnu brúka hesa nýggja vitanina, sum eisini er virðismikil fyri aðrar liðítróttir. Hetta er eisini vitan, sum venjarar eiga at gagnnýta, tá tað ræður um, hvussu teir velja at spæla bæði vanliga dystin og seinastu 30 minuttirnar, umframt at hetta setur stór krøv til at hava eina vísindaliga grundaða fyrireikingar- og hvíldarstrategi í sambandi við dystir við longdari leiktíð. Tað er m.a. umráðandi at tora at gera skiftingar nóg tíðliga, og hetta hava vit eisini hagtøl fyri. Avbjóðingin er sor og vaksandi, og m.a. kann nevnast, at Liverpoolstjørnan, Mo Salah, spældi fýra ferðir 120 minuttir fyri Egyptaland við seinastu African Nations Cup- kappingina við bara trimum hvíldardøgum ímillum. Hetta er væl yvir markið, sum ráðiligt er, tá hugsað verður um øktan váða fyri skaðum, sigur Magni Mohr.

Magni Mohr og starvsfelagar eru longu væl ávegis við nýggjari verkætlan, sum kannar mannagongdir at minka um ta møði, sum longd spælitíð elvir til. Hesi úrslitini verða almannakunngjørd seinni í ár.

Úrtak av greinini kann lesast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder