2019-10-03 11:34
Badmintonssamband Føroya skrivar, at Føroyar vunnu sín fyrsta sigur til ungdóms-HM í Kazan í morgun, og at talan var um ein tryggan sigur.
Føroyar og Armenia stóðu upprunaliga til at skula spæla tríggjar dystir, men avtala varð gjørd um at spæla tveir dystir afturat. Harvið komu allir føryingarnir í spæl, og tað endaði 5-0. Talan var um tryggar sigrar, har føroysku leikararnir hildu gott fokus.
Seinnapartin er seinasti plaseringsdystur á skránni. Hann verður leiktir ímóti Kasakstan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald