Hondbóltur

Greipa og glæsiligt punktum í Hoyvík

H71 var aftanfyri við sjey málum móti Kyndli men vísti sína styrki. Harvið endurvunnu hoyvíkskvinnur føroyameistaraheitið og tryggjaðu sær greipuna á fyrsta sinni.

Ein stórur lætti og øgiligur fagnaður eftir síðsta bríksl í Hoyvíkshøllini í kvøld (Mynd: Jens Kr. Vang)

Ein stórur lætti og øgiligur fagnaður eftir síðsta bríksl í Hoyvíkshøllini í kvøld (Mynd: Jens Kr. Vang)

2023-05-06 23:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Undan triðju FM-finaluni millum Kyndil og H71 høvdu hoyvíkskvinnur bert tapt ein dyst á føroyskari jørð í hesum kappingarárinum. Tað var seinna hálvfinalan í steypakappingini í Hoyvík, sum Neistin vann við einum máli - tá hevði H71 vunnið við níggju málum í tí fyrru. Hoyvíkskvinnur hava vunnið steypafinaluna, allar landskappingardystirnar uttan ein, umframt evropeiskar dystir hetta kappingarárið.

Við í hesari røðini vóru tvær FM-finalur síðstu vikuna, og harvið kundi H71 í kvøld tryggja sær føroyameistaraheitið annað árið á rað. Hoyvíkskvinnur jagstraðu eisini sína fyrstu greipu, og hon kom eisini í hús. Tað sá tó ikki út til, at hetta fór at gerast veruleiki, tá nakrir minuttir vóru eftir av 1. hálvleiki.

Máltalvan í Hoyvík vísti 8-15, tá 24 minuttir vóru spældir. Turið Arge Samuelsen setti í ár málmet við útvið 300 málum. Í fyrra hálvleiki hevði heimaliðið trupulleikar av nógvum, og H71 megnaði so als ikki at steðga henni. Annar av venjarunum hjá H71, Djóni Gaard Joensen, staðfesti eisini hetta í samrøðu við Portalin. Hetta eydnaðist tó við mansverju, sum Jana Mittún fór í gongd við stutt fyri steðgin. Kyndil skoraði ikki aftur í fyrra hálvleiki, og Turið skoraði tvey mál eftir steðgin.

[object Object]
Turið Arge Samuelsen og álopið hjá Kyndli riggaði ógvuliga væl í umleið tjúgu minuttir

[object Object]
Turið gjørdist greiður toppskjútti í SMS-deildini (Myndir: Jens Kr. Vang)

Kyndil hevði gjørt heilt nógv rætt fyrstu 24 minuttirnar og var eisini við til tað seinasta í kvøld. H71 hálaði tó ógvuliga skjótt inn - fýra mál fyri steðgin og undir sjey minuttir inn í seinna hálvleik var javnleikur. Skjótt fór H71 eisini frammum fyri fyrstu ferð síðani í 1. minutti. 

Tað leikaði javnt á heilt til endans. Tað var dramatiskt og inntenst, og bæði liðini góvu alt. H71 hevði fingið verjuspælið at sita væl, og Rúna Larsen hevði fleiri bjargingar. Kyndil fann tó framvegis nakrar loysnir - sum tá Bjarta Johansen fekk góð mál á strikuni. Hjá H71 var tað serliga Jana Mittún, sum við sínum 1 móti 1 spæli og góðu skotum gekk á odda. Maria Halsdóttir Weyhe fekk tó eisini týðandi mál, og Lukka Arge skoraði fimm trygg brotskøst.

Tá tveir minuttir vóru eftir, eydnaðist vælleikandi Jovanu Strajanac at bjarga brotskasti frá Lukku. Um Kyndil hevði drigið longra stráðið, hevði tað kanska samanlagt mest verið Jovanu at takka. Tá var støðan 25-24, men tað kom einki mál afturat í dystinum - flotta málið hjá Janu tá fýra minuttir vóru eftir gjørdist tað seinastu. Verjan hjá H71 stóð væl, og Vár Zachariassen fangaði seinastu royndina hjá Kyndli at spæla inn á strikuna.

Nøkur sekund seinni kundu fagnaðurin og veitslan av álvara byrja í Hoyvík. Vár, tvíburðasysturin Lív ið hevur ein skaða nú, Jana og Maria eru ímillum tær, sum ikki spæla fyri H71 næsta ár. Í kvøld kundu tó allar í svørtum og viðhaldsfólk teirra fegnast um ein søguligan sigur. Seks ár eftir at H71 kom upp í bestu kvinnudeildini, hevur liðið endurvunnið FM og vunnið eina greipu. Guðrið á Borg hevur verið við so at siga allan vegin, og hon tók ímóti steypinum - H71 hevur gjørt tað í stórum stíli.

[object Object]

[object Object]
Hoyvíkskvinnur kundu fegnast við steypinum (Myndir: Jens Kr. Vang)

FM-finalur í SMS-deildini
Triðja finalan - leygardagin 6. mai í Hoyvíkshøllini
H71 (3)  - Kyndil (0) 25-24 (12-15)

Toppskjúttar:
Jana Mittún 10 mál, Turið Arge Samuelsen 7 mál, Bjarta Osberg Johansen 7 mál

Sí eisini: 
H71 hevur fingið FM og greipuna til Hoyvikar
Myndir frá dystinum
Djóni Gaard Joensen: - Her liggur eitt gott -og hart arbeiði aftanfyri

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder