Hondbóltur

- Djóni: Her liggur eitt gott og hart arbeiði aftanfyri

Annar av venjarunum hjá greipuvinnarunum í Hoyvík sigur við Portalin, at hetta helst er besta kvinnuliðið, sum hevur verið í Føroyum. Ósigraðu hoyvíkskvinnurnar tryggjaðu sær gullið í kvøld.

Djóni Gaard Joensen - her eftir at hann hevur avgjørt eina steypafinalu. Hann og Simon Olsen hava seinastu tíðina havt ábyrgd av bæði mans- og kvinnuliðnum í Hoyvík. Hann rósar kvinnum fyri ídni teirra (Mynd: Sverri Egholm)

Djóni Gaard Joensen - her eftir at hann hevur avgjørt eina steypafinalu. Hann og Simon Olsen hava seinastu tíðina havt ábyrgd av bæði mans- og kvinnuliðnum í Hoyvík. Hann rósar kvinnum fyri ídni teirra (Mynd: Sverri Egholm)

2023-05-06 21:32 Author image
Agnar Prestá
placeholder

H71 hevur fyri løtu síðani tryggjað sær annað føroyameistaraheitið á rað við eitt-máls sigri á Kyndli í triðju FM-finaluni. Hetta er samstundis fyrsta greipan hjá hoyvíkskvinnunum, sum ikki hevur fleiri enn seks ár á baki í bestu deildini.

Portalurin fekk fyri einari løtu síðani orðið á Djóna Gaard Joensen, sum saman við Simon Olsen hevur staðið á odda fyri liðnum seinastu mánaðirnar. Hoyvíkingurin setur soleiðis orð á, hvat liggur aftanfyri hetta.

- Tað hevur fyrst og fremst verið eitt fantastiskt ungdómsarbeiði. Her er talan um ein góðan hóp av kvinnum, sum venja ógvuliga hart og sum venja nógv - bæði hondbólt og styrki. Tað gevur okkum størri breidd og eisini meira orku í avgerandi løtuni. Eg haldi, at eg tori at siga, at hetta er eitt av teimum bestu kvinnuliðnum nakrantíð í Føroyum - um ikki tað besta.

Tað gekk ikki so væl fyrstu løtuna hjá H71, ið einaferð í seinna hálvleiki var aftanfyri við sjey málum móti Kyndli

- Haldi at størsta orsøkin er, at vit megna ikki at handfara Turið Arge Samuelsen. Hon spælir ein fantastiskan hálvleik, og vit leita eftir loysnum: 6-0, 5-1 áðrenn vit so velja at mansverja hana. Tað sær út til hjálpa ógvuliga væl, og ørkymla tær nógv - vit koma lutfalsliga skjótt á javnleik, og so leitar Kyndil eftir loysnum, staðfestir Djóni. 

[object Object]
H71 hevði stórar avbjóðingar av Turið Arge í fyrra hálvleiki  - hetta fekk heimaliðið tó loyst...

[object Object]
Hyggjuráðini vóru at seta Janu Mittún at mansverja Turið - hon skaraði eisini framúr í álopsspælinum og gjørdist toppskjútti við tíggju málum (Myndir: Jens Kr. Vang)

Sí fleiri myndir her

Hvat var tað so, sum koppaði dystinum ?:

- Tað eru marginalar í slíkum dystum og slíkum støðum. Men so er tað jú eisini tað, at tær eru vanar at vinna dystir. Vit hava spælt nakrar tættar dystir, har tað til endans er koppa til okkum - sum til dømis tveir móti Stjørnuni. Og so er tað eisini breiddin, orkan og dygdirnar hjá liðnum

Ein fegin Djóni Gaard Joensen staðfestir til endans, at sjálvt um venjaratoymið og hópurin síggja øðrvísi út næsta ár, so er nógv at byggja uppá, og fleiri spælarar eru til reiðar: 

- Man missir profilar næsta ár við millum annað Janu, Mariu, Lív og Vár. Har eru tó nógvar ungar, ið eru dugnaligar, og sum nú fáa størri álit. Tær skulu lyfta arvin, og eg gleði meg at síggja tær í eldinum saman við einum nýggjum og spennandi venjaratoymi.

Djóni Gaard Joensen og Simon Olsen hava nú "bert" mansfinalurnar at hugasavna seg um. Í kvøld kunnu teir fegnast saman við hópinum, ið hevur vunnið eina greipu til Hoyvíkar.

FM-finalur í SMS-deildini
Triðja finalan - leygardagin 6. mai í Hoyvíkshøllini
H71  - Kyndil 25-24 (12-15)

Meira um dystin og fleiri fagnaðarmyndir seinni


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder