EB hevur verið í fremstu kvinnudeildini seinastu árini, og gjørdi í 2023/2024 ein størri vørr enn áður.
Nú hevur felagið lagt afturat venjaratoyminum hjá SMS-liðnum. Talan er um ein mann við nógvum royndum, sum næstu tvey árini verður nógv at síggja á Eiði og á Oyrabakka.
Geir Wardum hevur í fleiri umførunum stjórna SMS-liðnum hjá Kyndli. Seinast var í 2023/2024 - síðsta kappingarárið - tá Kyndil vann greipuna. Í gjárkvøldið boðaði EB frá, at havnarmaðurin hevur skrivað undir tvey-ára sáttmála við felagið.
Geir Wardum (omanfyri) og Kristinn Guðmundsson (niðanfyri) saman við Sunnuvu Vesturdal, forkvinnu (Mynd: Eiðis Bóltfelag)
Har skal Geir taka sær av besta kvinnuliðnum saman við Kristinni Guðmundsson. Íslendingurin heldur fram: Hann hevur eisini skrivað undir tvey-ára sáttmála. Umframt at vera knýttur at SMS-kvinnum, er Kristinn høvuðsungdómsvenjari í felagnum.
EB hevur millum annað lagt systrarnar Sanja Pajic og Erna Pajic úr Bosnia-Hersegovina afturat hópinum til kappingarárið 2024/2025.
Pajic-systrarnar hava gjørt sáttmála fyri næsta kappingarár (Mynd: Eiðis Bóltfelag)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald