Fótbóltur

Greitt hvørji lið hittast í hálvfinalunum hjá kvinnum

EBS/Skála og B36 hittast aðrari hálvfinaluni meðan KÍ og HB hittast í hinari.

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-06-24 20:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Lutakast um hvussu hálvfinalurnar skulu spælast í steypakappingin hjá kvinnum var í 3-2 í sjónvarpinum í kvøld.

Nummar eitt og tvey úr teimum báðum bólkunum vóru í pottunum, og tað bleiv greitt, at steypavinnararnir frá í fjør EBS/Skála skulu spæla móti B36.

Í hinari hálvfinaluni spæla KÍ og HB.

Fyrru hálvfinalurnar verða leiktar 1. august og seinnu 17. august.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder