Fótbóltur

Grikkaland: 72 ára gamal fótbóltsfjeppari latið lív

Undir einum dysti í næstbestu griksku deildini, kom hann upp at toppast við einum øðrum manni, og úrslitið var, at hann datt fleiri metrar niður.

Grikska flaggið (Mynd: Scanpix)

Grikska flaggið (Mynd: Scanpix)

2019-09-30 09:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein 72 ára gamal fótbóltsfjeppari lat í gjár lív, eftir at hann var komin upp at toppast við einum 73 ára gomlum manni í sambandi við dysti í næstbestu deildini í Grikkalandi.

Hetta hendi í býnum Kalamaria í Norðurgrikkalandi.

Teir báðir vóru sambært TV2 byrjaðir at skeldast um dystin, sum var millum Apollon Pontou Thessaloniki og PAE Chania.

Tað endaði við, at 72 ára gamli maðurin datt 4-5 metrar niður og smekkaði høvdið í. Tá hann kom á sjúkrahúsið, varð staðfest, at hann var deyður.

Lokala løgreglan kannar nú hendingina, og 73 ára gamli maðurin er handtikin.

PAE Chania vann dystin 4-0, og øll málini komu innan 17 minuttir. Hetta var fyrsti dystur millum liðini í nýggja kappingarárinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder