Lutakastið til áttandapartsfinalurnar í Champions League hevur júst verið, og greitt er, at fótbóltsáhugaði fáa nógv áhugavert at síggja, tá kappingin verður tikin upp aftur í seinnu hálvu av februar:
Áttandapartsfinalurnar:
Dortmund - PSG (Tuchel móti sínum gamla liðið)
Real Madrid - Manchester City
Atalanta - Valencia
Atletico Madrid - Liverpool
Chelsea - Bayern Munchen
Lyon - Juventus
Tottenham - RB Leipzig
Napoli - Barcelona
Tað er skipað soleiðis, at tvey'ararnir úr bólkaspækinum verða á heimavølli. Av áugaverdum dystum kunnu nevnast: Thomas Tuchel skal við PSG møta sínum gamla felagið, katalanarin Guardiola og City, sum hava fingið skotið í skógvarnar at verða heppin í lutakøstum, møta Zidane og Real Madrid í einum brakið av einari uppgerð, og Napoli við nýggjum venjara skal royna at koppa Barcelona.
Frank Lampard fegnast her á Allianz Arena eftir finalusigurin fyri yvir sjey árum síðani (Mynd: EPA)
So er tað ensku feløgini, ið seinast hava vunnið kappingina: Liverpool skal fyrst til Madrid, á sama leikvøll har liðið lyfti steypið í mai. Uppgávan móti monnunum hjá Simeone er á pappírinum trupul, og tað er hon eisini hjá Lampard og co, ið skulu dystast við Bayern, ið fekk fult stigatal og skoraði 24 mál í bólkaspælinum. Í 2012 var Frank Lampard liðformaður, tá Chelsea í finaluni í Munchen óvæntað vann á Bayern.
Atalanta og RB Leipzig eru á fyrsta sinni millum tey seinastu 16 í kappingini. Italenska felagið skal dystast móti Valencia, og Mourinho og Tottenham verður mótsstøðan hjá týskarunum.
Dagfestingarnar fyri fyrstu dystirnar eru: 18, 19, 25 og 26. februar. Seinnu dystirnir verða leiktir í mars.
Lutakastið til 1/16-finalurnar í Europa League byrjar klokkan 12. Har eru millum annað Manchester United, Arsenal, Ajax, Inter og FCK í pottinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald