Fyrr í vikuni gjørdist greitt, at NSÍ skuldi hava ein nýggjan venjara til komandi ár. Sámal Erik Hentze fer aftur til Vìking, har hann kom frá seinasta vetur.
Tað hevur tó ligið í kortunum í eina tíð, at ein broyting verður á venjarapostinum í Runavík. Fyrrverandi venjararnir hjá TB/FCS/Royn, Maurice Ross og Glenn Ståhl hava verið settur í samband við starvið.
Nú er navn so sett á nýggja mannin við róðrið við Løkin. Talan er um ein spennandi útlendskan venjara, og hann varð kunngjørdur í byrjanuni á ársveitsluni hjá NSÍ, ið er í kvøld.
Les eisini: NSÍ og Troest gjørt nýggjan sáttmála
Heimasíðan hjá NSÍ skrivar millum annað soleiðis um nýggja venjaran, ið er eitt spennandi navn:
Talan er um ein sera royndan venjara. Guðjón Þórðarson er 63-ára gamal og kemur frá Akranesi í Íslandi. Sum leikari hevur hann spælt yvir 400 dystir í bestu íslendsku deildini.
Sum venjari hevur Guðjón sera nógvar royndir. Hann hevur millum annað verið íslendskur landsliðsvenjari. Umframt fleiri av bestu íslendsku liðunum, so hevur hann eisini vant Stoke City, Start, Barnsley, Notts County og Crewe Alexandra. So talan er sanniliga um ein venjara við drúgvum royndum.
NSÍ og Guðjón Þórðarson hava gjørt eina 2-ára avtalu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald