Oyggjaleikir 2023

Guðrið Petersen varpaði út á bronsu

Eina løtu átti Guðrið longsta varpið.

(Mynd: Jógvan Kristiansson Glerfoss)

(Mynd: Jógvan Kristiansson Glerfoss)

2023-07-13 20:35 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Guðrið Petersen stóð eina løtu til at vinna gull, tá kvinnurnar kappaðust í sleggjuvarpi á leikvøllinum fyri frælsar ítróttir í kvøld.

Í triðja varpi sínum, fekk Guðrið kúluna út á 42,03 metrar, og henda longdin stóð sum tann besta í eina løtu.

Í fjórða umfari fóru Anastasia Banbury úr Guernsey og Airike Kapp úr Saarema longur út enn Guðrið, í fimta legði Anastasia seg á fyrsta pláss fyri síðan aftur at vera yvirhálað av kvinnuni av Saarema í seinasta umfari.

Airike Kapp vann gull við 44,96 metrum, Anastasia Banbury silvur við 43,96 metrum, meðan góða kastið á 42,03 metrar hjá Guðrið Poulsen var nóg mikið til at vinna bronsuna.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder