placeholder
Oyggjaleikir 2019

Gull: - Eg var kanska betri fyrireikað enn hinar

Súsanna Skylv Sørensen hevði sett seg inn í streymviðurskiftini. Tað hjálpti til sigurin – fyrsta gullmerkið til Føroyar.

Við Merkinum á mál (Myndir: Jens Kr. Vang)

Við Merkinum á mál (Myndir: Jens Kr. Vang)

2019-07-07 11:02 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

- Hetta var ótrúliga feitt upplivilsi. Eg visti at tær bretsku kvinnurnar vóru sterkar – tær luttaka í altjóða kappingum, og eru vanar við at svimja á sjónum. Men kanska var eg betri fyrireikað.

Soleiðis segði triatleturin Súsanna Skylv Sørensen tá hon var komin í mál sum hin fyrsta í triatlon kappingini fyri kvinnur.

Sostatt eydnaðist Súsonnu at taka stolta arvin upp í triatlon eftir Karinu Ottosen, sum vann seinastu oyggjaleikirnir hevur vunni Føroym bæði gull og silvur.

Súsanna var einasti føroyski luttakarin í kappingini fyri kvinnur.

Hon greiðir frá, at tey høvdu sett seg inn í streymviðurskiftini her í Gibraltar. Tí stillaði hon seg heilt til vinstru tá tey skuldu byrja, og var væl við ta fyrstu runduna.

- Tá vit vendu fyrstu ferð varð eg yvirhálað av eini tíggju øðrum svimjarum. Men eg sá, at hinir svimjararnir hildu á beint fram, tá eg meinti, at vit skuldu snara til vinstru. Eg fór so upp og svam bringu eina løtu, og tá sá eg at tann fremsta sneiddi. So legði eg eisini á til vinstru, og megnaði av yvirhála næstan allar, tá vit skuldu upp. Jú, eg var kanska betri fyrireikað til svimjingina, segði stolti føroyski gullvinnarin.

Hon greiddi eisini frá, at hon alla tíðina fekk boð frá Evaldi Rasmussen, sum við róligari rødd kundi greiða henni frá, at hon økti í mun til kvinnuna av Guernsey, sum lá nummar tvey.

- Tað er sjálvandi øgiliga lekkurt, at føroysku áskoðararnir rópa og stuðla. Men boðini, eg fekk frá Evaldi høvdu nógv at siga fyri meg. Tá eg fekk at vita, at eg økti støðugt, so kundi eg betri leggja mína renning til rættis.

- Men tað var ikki fyrr enn eg fór út á seinasta umgang í renningini, at eg kendi meg vísa í, at sigurin var heima, segði Súsanna Skylv. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder