Eitt heiðursmerki úr gulli og eitt úr silvuri kom við heim eftir at tríggir føroyskir boksarar frá Tórshavn Boksing um vikuskiftið hava verið við í altjóða boksistevnuni HSK Box Cup í Hillerød í Danmark, sum er størsta altjóða boksistevnan fyri amatørar, sum á hvørjum ári verður hildin í Norðurlondum.
Við vóru umleið 475 boksarar úr 15 ymiskum londum.
David Kunoy vann gull í sínum vektflokki, og Andreas Dam Poulsen vann silvur í sínum vektflokki.
Umframt teir báðar, var Teitur Annand eisini við á stevnuni.
Tað eydnaðist ikki Teiti at boksa seg í finaluna. Hann tapti sín innleiðandi dyst í lættvekt leygardagin upp á ein sera ivasaman hátt, sambært føroyingunum, sum vóru til staðar. Men dómararnir avgjørdu, at walisarin Sol Pita, sum Teitur boksaði ímóti skuldi kjósast vinnari av dystinum.
David Kunoy í weltervekt boksaði ein harðan og sera javnan innleiðandi dyst móti norðmanninum Siyar Rachid úr Nidaros Bokseklubb, sum kundi fara báðar vegir, men royndi føroyingurin vann, og tryggjaði sær luttøku í finaluni.
Sama gjørdi Andreas Dam Poulsen í tungvekt, sum innleiðandi boksaði móti Ferhan Yildiz úr Niðurlondum. Andreas, sum hevur hildið ein støðg frá boksingini í tvey ár, royndi seg aftur á fyrsta sinni, og vann ein tryggan sigur við øllum dómaraatkvøðunum.
Jan Mertens úr Belgia, silvur, og David Kunoy úr Føroyum, gull
Í dag var so finaludagurin.
Og her tryggjaði David Kunoy sær gullheiðursmerki við at vinna enn ein tættan og harðan dyst. Hesaferð móti Jan Mertens úr Belgia. David vann við dómaraatkvøðunum 3-2.
Eftir henda dystin skuldi Andreas Dam Poulsen so royna seg í finaluni í tungvekt. Men her gekk ikki líka væl. Andreas kom ikki ordiliga í gongd sum ætlað, og tapti til ein betri mann, Soulaiman Bouanan, eisini úr Belgia.
Belgiarin hevði so gott tak á Andreasi, at dómarin valdi at støðga dystinum og telja yvir føroyska boksaranum bæði í fyrsta og øðrum umfari. Og tá so aftur varð talt yvir honum í triðja umfari, hevði Bouanan úr Belgia vunnið dystin upp á RSC (Referee Stopped Contest).
Men bara tað at boksa seg fram til finaluna, verður mett at vera eitt sera gott úrslit fyri Andreas eftir so langan støðg frá boksingini.
(Tekstur broyttur 16.10 kl. 0832: RSC ikki tekniskt Knock-out)
Andreas Dam Poulsen úr Føroyum, silvur, og Soulaiman Bouanan úr Belgia, gull
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald