Noreg vann sítt fyrsta gullheiðursmerki, tá 27 ára gamli Kristian Blummenfelt í morgun gjørdust fyrstur um mállinjuna í triathlon-kappingini.
Kristian var 11 sekund skjótari enn bretin Alex Yee, sum fekk silvur og 20 sekund skjótari enn Hayden Wilde úr New Zealandi, sum fekk bronsu.
Norðmaðurin lá bara nummar 27 eftir svimjingina, men vann seg fram til triðja plássið í súkklingini fyri síðani at seta allar hinar upp á pláss undir renningini.
Til olympisku kappingarnar í triathlon eru teinarnir 1,5 kilometrar svimjing, 40 kilometra súkkling og 10 kilometra renning.
Frá vinstru danin Jesper Hansen (silvur), amerikanarin Vincent Hancock (gull) og Abdullah Alrashidi úr Kuvait (bronsa) (Mynd: EPA)
Eisini Danmark fekk sítt fyrsta heiðursmerki á hesum olympisku leikunum í morgun.
Tað var leirdúgvuskjúttin Jesper Hansen, sum vann silvur í skeet. Tað var heldur óvæntað, at Jesper Hansen skuldi vinna seg so langt fram, tí hann mátti út í umskjóting fyri at vera millum teir seks, sum skutu seg til eitt pláss í finaluni.
Men hóast hann fekk tað ytsta finaluplássið, so megnaði danin at skjóta betri enn fýra av hinum skjúttunum.
Amerikanaran Vincent Hancock kundi hann ikki gera nakað við. Hann skjeyt nógv best, og vann gull við at raka 59 av 60 dúgvum.
Jesper Hansen rakti 55 dúgvur, men teir tríggir kiksararnir komu í seinast umfari, tá hann longu hevði tryggjað sær minst silvur
Abdullah Alrashidi úr Kuveit vann bronsuna.
USA og Japan liggja ovast á listanum yvir heiðursmerki við 7 gullheiðursmerki í part. USA hevur hartil vunnið 3 silvur og 4 bronsu meðan Japan hevur 1 silvur og 3 bronsu. Kina hevur higartil vunni seks gull, hartil 3 silvur og 6 bronsu.
Síðan er langt niður til Stórabretlan, sum hevur vunni 3 gull, 2 silvur og 1 bronsu.
Gullið til Noreg og silvurið til Danmark eru tey einastu norðurlendsku OL-heiðursmerkini higartil.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald