ÍF helt sær uppi í Betrideildini við einum serliga einum góðum endaspurti. Ein av orsøkunum var Gundur Ellingsgaard Petersen.
Nummar 14 á miðvøllinum spældi væl í nøkrum avgerandi løtum og skoraði millum annað í heimasigri á EB/Streymi, í ólavsøkusigrinum á TB og tvey mál í 3-1 sigrinum á AB í 23. umfari.
22-ára gamli fuglfirðingurin hevur eyðsýndar tekniskar dygdir við bóltinum. Gundur kann bæði hava bóltin trygt í løtum og fara avstað við honum. Nú er greitt, at vinstrabeinti lokali leikarin heldur fram í reyðum - til og við 2025.
- Gundur hevur gjørt ein tvey ára sáttmála við ÍF. Vit í ÍF eru sera fegin um, at Gundur ynskir, at halda fram tvey tey næstu árini hjá okkum.
Soleiðis skrivar felagið á Facebook-síðu sínari í dag.
Gundur Ellingsgaaard Petersen hevur spælt 98 dystir og skorað ellivu mál fyri ÍF í Betrideildini - fimm av teimum í 2023. Samanlagt hevur hann yvir 100 dystir fyri besta liðið hjá barndómsfelagnum.
Tøl: FaroeSoccer
Mynd: Sverri Egholm
Fótbóltur
Gundur í tvey ár afturat
ÍF hevur í dag kunngjørt sáttmála við lyklaleikara. 22-ára gamli fuglfirðingurin hevur spælt beint undir 100 dystir í Betrideildini fyri barndómsfelagið.
Gundur Petersen og Tóri Nolsøe Olsen, ið eisini hevur longt sín sáttmála við barndómsfelagið, fengast um flott mál hjá Gunduri í sigri á AB (Mynd: Sverri Egholm)
2023-12-15 16:12
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald