Í gjárkvøldið kunngjørdi ÍF, at enn ein klaksvíkingur hevur gjørt sáttmála við felagið. Talan er um um 28-ára gamla høgra bakkin Gunnar Christiansen, sum hevur skrivað undir ein tvey ára sáttmála.
Gunnar er uppvaksin í KÍ, og í fjør spældi hann 17 dystir og skoraði fýra mál við 1. deildarliðnum hjá felagnum.
Hann hevur tó áður spælt við ÍF - frá 2016 til 2019 - og Gunnar Christiansen er skrásettur fyri 57 dystir í Betrideildini, har hann hevur umboðað KÍ og ÍF.
Í november tryggjaði ÍF sær Steinbjørn Olsen og Ólav Niclassen úr KÍ. Í desember varð kunngjørt, at Jan Ellingsgaard fer at spæla við aftur, og at Bogi Reinert-Petersen er aftur í barndómsfelagnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald