Hann hevur ikki spælt fyri felagið síðani í mai, tá hann breyt eitt bein í hondini. Síðani hevur Gunnar Nielsen spælt seks landsdystir, og hevur har havt nøkur góð avrik.
Ivasamt var, um 33-ára gamli málverjin fór at halda fram í FH, men í gjár visti in.fo at siga, at Gunnar Nielsen hevði gjørt nýggjan sáttmála við felagið á Hafnafjørðinum:
- Eg eri topp-motiveraður og í góðum standi, og ætli mær at koyra á bæði fyri FH og landsliðið, sigur Gunnar Nielsen við in.fo.
FH endaði á triðja plássi í farna kappingarárið og skal harvið spæla í Europa League komandi ár. Gunnar hevur verið liðfelagið við Brand Hendriksson í meira enn eitt ár, men ymiskt bendir á, at miðvallarin ikki spælir í Íslandi komandi ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald