Hann hevur fyri stuttum fylt 36 og hevur síðani 2015 spælt í Íslandi. Fyrst eitt ár í Stjørnuni og so sjey kappingarár við FH.
Gunnar Nielsen hevur spælt samanlagt 150 dystir fyri liðini á Hafnarfjørðinum. Fyri tað mesta hevur føroyski landsliðsmálverjin verið greitt fyrstaval, men hann hevur eisini havt kapping, nøkur ár hava skaðar darvað, og miðskeiðis í hesum kappingarárinum misti hann plássið.
FH hevði eitt vánaligt kappingarár og endaði triðaftast við 25 stigum fyri 27 dystum og slapp við neyð og deyð undan niðurflyting - ÍA Akranes við Kaj Leo í Bartalsstovu í hópinum hevði verri málúrttøku og fór harvið niður.
Betri gekst í fyrsta kappingarárinum hjá Gunnari, tá FH vann íslendska meistaraheitið fyri áttandu ferð. Tá var Heimir Guðjónsson venjari. Nú vendir fyrrverandi HB-venjarain aftur til Hafnarfjørðin, men hesaferð fer hann ikki at hava føroyska málverjan í hópinum.
Gunnar Nielsen í dysti fyri FH.
Tað er í dag kunngjørt, at Gunnar Nielsen ikki heldur fram á Hafnarfjørðinum.
Hetta skrivar fotbolti.net, sum eisini setur FH í samband við Sindra Kristinn Ólafsson, málverjan hjá Keflavík.
36-ára gamli føroyski landsliðsmálverjin skal nú finna sær nýtt felag. Sum vit hava fingið upplýst, er tað eftir ynski frá Gunnari sjálvum, at hann ikki framhaldandi fer at umboða FH.
Gunnar Nielsen er royndasti maður í tí landsliðshópinum, sum sunnudagin fer avstað til Kekkia. A-landsliðið skal í næstu viku spæla tveir venjingardystir - um Gunnar bara spælir annan, kemur hann uppá 70 A-landsdystir fyri Føroyar.
Rættað og dagført 16.09: Íslendska fótbóltsheimasíðan fotbolti.net skrivaði fyrr í dag, at FH ikki vildi bjóðað Gunnari nýggjan sáttmála. Hetta er ikki rætt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald