Í næstu viku eru seinastu uppgávurnar hjá A-landsliðnum í 2022 á skránni.
Talan er um tveir venjingardystir. Tann fyrri er um júst eina viku í Kekkia, mikudagin 16 november, og tann seinni tríggjar dagar seinni í Kosovo.
Í hesum sambandi eru nakrar venjingar á skránni á Tórsvølli sum fyrireiking, og í gjárkvøldið var aftur ein.
Summir leikarar, sum ikki eru úttiknir, vandu við. Á myndunum hjá Fótbóltssambandinum frá í gjár síggjast bakkarnir Ari Olsen (Víkingur) og Magnus Egilsson (B36). Teir venja við nú Gilli Rólantsson (Odds - Noreg) og Martin Agnarsson (Viborg) ikki eru leysir til landsliðsvenjing enn. Hørður Askham, ið vanliga er úttikin, kann ikki verða burtur eina heila viku vegna skúla, men vandi við í gjár.
KÍ-liðformaðurin Jákup Biskopstø Andreasen hevur eisini givið avboð vegna skúlan, og Jóannes Bjartalíð er ikki tøkur, tí hann hevur brotið stórutá. Eisini eru fleiri av royndu leikarunum ikki við hesuferð - so sum Odmar Færø, Heini Vatnsdal og Jóan Símun Edmundsson - tí teir hava skaðar at darvast við, og miðvallararnir Hallur Hansson og Brandur Hendriksson Olsen eru langtíðarskaddir.
Hópurin
Gunnar Nielsen, FH Hafnarfjørður (Ísland)
Mattias Heðinsson Lamhauge, B36 Tórshavn
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Gilli Rólantsson Sørensen, Odds Ballklubb (Noreg)
Hanus Sørensen, HB Tórshavn
Viljormur Davidsen, Helsingborgs IF (Svøríki)
Martin Agnarsson, Viborg FF (Danmark)
Sonni Ragnar Nattestad, B36 Tórshavn
Heðin Hansen, HB Tórshavn
Gunnar Vatnhamar, Víkingur
Samuel Johansen Chukwudi, Union St. Gilloise (Belgia)
Kaj Leo í Bartalsstovu, ÍA Akranes (Ísland)
Jann Julin Benjaminsen, IL Hødd (Noreg)
Meinhard Egilsson Olsen, Mjøndalen IF (Noreg)
Mads Boe Mikkelsen, KÍ Klaksvík
Andrias Edmundsson, Aguilas FC (Spania)
Noah Hans Mneney, Víkingur
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Andrass Johansen, B36 Tórshavn
Rene Shaki Joensen, KÍ Klaksvík
Stefan Radosavljevic, HB Tórshavn
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ Runavík
Patrik Johannesen, Keflavík (Ísland)
Pætur Petersen, HB Tórshavn
Talan er tískil um eitt landslið við nógvum ungum leikarum. Ferðalagið fer til Keypmannahavnar sunnudagin seinnapartin. Í Kastrup leggjast nakrir afturat ferðalagnum, og síðani gongur leiðin til Brno í Kekkia. Portalurin verður við á ferðini.
Her síggjast nakrar myndir frá venjingini í gjár, sum Hans Erik Danielsen hevur tikið:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald