Fótbóltur

Gunnar vann sprint-triathlon

Í sprint triathlon verður svomið 750 metrar, súkklað 20 kilometrar og runnið 5 kilometrar.

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2022-08-22 19:27 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Sunnudagin skipaði Triathlonfelagið fyri kapping í sprint triathlon. Í sprint triathlon verður svomið 750 metrar, súkkla 20 kilometrar og runnið 5 kilometrar. Saman við olympiska teininum, sum er tvífalt so drúgt, er hetta best umtókti kappingarteinur.

Svomið var í svimjihøllini í Gundadali, súkklað á ringvegnum og runnið var í økinum hjá Skógrøktini.

Tað vóru tríggir sum fingu lagt frástøðu til hini beinanvegin. Í svimjingini var Torleif Thorlefson fremstur, 12,48, men bert fá sekund aftanfyri vóru Gunnar Dahl-Olsen og Erik Neshamar. Gunnar er royndur triatletur, og megnaði at skifta so mikið væl at hann var fyrstur á súkkluna. Súkklurutan var teknisk krevjandi og nógvur síðuvindur. Hetta gjørdi Gunnar sær dælt av, og súkklaði 20 km uppá 32,52, fýra minuttir skjótari enn Erik og Torleif. Nú førdi Gunnar við fýra minuttum og sjálvt um hinir báðir eru betri rennarar, megnaðu teir ikki at taka tað mista innaftur. Gunnar vann við tíðini 1.14,17, Erik var nummar tvey við 1.16,45 og Torleif hevði tíðina 1.17,53

Tvær kvinnur royndi seg eisini. Adél Guyepes hevur vant miðvíst seinasta árið og serliga í svimjingini hevur hon tikið seg nógv fram. Hon kom á mál við tíðini 1.28,44 meðan Anida Johannesen brúkti 1.35,48.

Higartil í ár hava fleiri nýggj roynt seg í triathlon, og farna vikuskiftið var nógv virksemi. Fleiri triatletar hava kappast á longri teini í Keypmannahavn og onkur er farin at kappast í súkklukapping í Frankaríki.

Sunnudagin 4. september verður FM í sprint tri og tá verður kappast í Sandagerði og økinum nærhendis.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder