Kappingarárið hjá Gunnari Vatnhamar og liðfeløgunum í Íslandi endaði við stórum vónbroti. Sunnukvøldið tapti Víkingur Reykjavík 3-0 fyri Breiðablik á heimavølli. Javnleikur hevði verið nóg mikið til at endurvunnið íslendska meistaraheitið.
Sí eisini: Patrik Johannesen er íslendskur meistari
Víkingur tapti eisini steypafinaluna í september. Harvið tvey silvurheiðursmerki í 2024 til greipuvinnararnar frá 2023.
Eitt lítið plástur á sárið til Gunnar er tó heiðurin at koma á ársins lið. Tað hevur fotbolti.net kosið. Talan er um størsta einstaka íslendska fótbóltsmiðilin.
Gunnar Vatnhamar sæst sum høgri miðverji. Leirvíkingurin er annar Víkinga-spælarin á listanum - Gylvi Sigurðsson er eisini á liðnum (Mynd: fotbolti.net)
29-ára gamli leirvíkingurin er høgt í metum í Víkingi, í Reykjavík og í Íslandi og hevur aftur havt eitt persónligt gott kappingarár sum ein av bestu miðverjunum í deildini - sum hann eisini var í 2021 og 2022 í Betrideildini. Í fjør varð sterki føroyingurin eisini kosin tann besti verjuspælarin og besta keypið í deildini.
Gunnar Vatnhamar byrjaði kappingarárið við at skjóta mál - kappingin í Bestu Deild endaði við stórum vónbroti fyri Víking (Mynd: fotbolti.net)
So er spurningurin, um Gunnar Vatnhamar fer at spæla miðverji á landsliðnum í november og frameftir, nú venjaratoymi er skift.
Víkingur Reykjavík er framvegis við í Evropa. Gunnar skoraði, tá liðið vann søguligan sigur á Cercle Brügge í seinastu viku. Um eina viku kemur Borac Banja Luka á vitjan í 3. umfari í Conference League-deildarspælinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald