Fótbóltur

Gunnar Vatnhamar er aftur íslendskur meistari

Føroyski landsliðsmiðverjin var við at halda málið reint, tá Víkingur Reykjavík í triðseinsta umfari tryggjaði meistaraheitið.

Gunnar Vatnhamar hevur uppá trý kappingarár í Íslandi vunnið trý stór steyp

Gunnar Vatnhamar hevur uppá trý kappingarár í Íslandi vunnið trý stór steyp

2025-10-06 11:49 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Gunnar Vatnhamar møtir í dag hinum í føroyska landsliðshópinum sum íslendskur meistari 2025. 

Í 2023 vann leirvíkingurin greipuna í sínum fyrsta ári í Víkingi Reykjavík, í fjør glapp meistaraheitið á seinasta leikdegi, men hesa ferð tryggjaði høvuðsstaðarfelagið sær gullið í triðseinasta umfari.

Víkingur vann í gjárkvøldið 2-0 á Heimiri Guðjónsson og FH, og so kundu tey í Víkingi stórfegnast.

Gunnar Vatnhamar er, enn sum áður, týðandi spælari hjá íslendska Víkingi - eins og hann var í barndómsfelagnum. Føroyski miðverjin spældi í gjár fullan dyst og var við at halda málið reint.

Hetta er triðja stóra steypið, ið Gunnar Vatnhamar vinnur í íslendskum fótbólti.

Nú bíða tvær landsliðsuppgávur hjá 30-ára gamla verjuspælaranum: Montenegro og Kekkia heima - ávikavist hósdagin og sunnudagin. Síðani fer Gunnar aftur til Íslands eftir steypinum og gullkrónunum.

Gunnar Vatnhamar hevur tvey ár eftir av sáttmálanum við Víking. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder