Fótbóltur

Gunnar Vatnhamar verður í Íslandi til og við 2027

Íhvussu er sambært nýggja sáttmálanum, sum 29-ára leirvíkingurin hevur gjørt við Víking Reykjavík. Landsliðsspælarin er lyklaspælari hjá greipuvinnarunum.

- Familjan og eg trívast ordliga væl í Íslandi, og eri vónríkur um at ein nýggjur sáttmáli einaferð skjótt liggur á borðinum. Soleiðis segði Gunnar Vatnhamar við Portalin tíðliga í apríl - nú er nýggj avtala gjørd millum partarnar (Mynd: Víkingur Reykjavík)

- Familjan og eg trívast ordliga væl í Íslandi, og eri vónríkur um at ein nýggjur sáttmáli einaferð skjótt liggur á borðinum. Soleiðis segði Gunnar Vatnhamar við Portalin tíðliga í apríl - nú er nýggj avtala gjørd millum partarnar (Mynd: Víkingur Reykjavík)

2024-05-10 15:16 Author image
Agnar Prestá
placeholder

 - Eg royni bara at gera mítt besta, og vónandi sær felagið, at tað er gott nokk. Men sjálvandi um okkurt meira spennandi kemur, so kann man altíð hugsa um tað. Tað er tó heilt víst, at familjan og eg trívast ordliga væl í Íslandi, og eri vónríkur um at ein nýggjur sáttmáli einaferð skjótt liggur á borðinum.

Soleiðis segði Gunnar Vatnhamar, tá Portalurin tosaði við hann í Reykjavík fyri beint yvir einum mánaði síðani.

Les eisini: - Fantastiskt at koma í gongd í hendan hátt

Hetta var beint eftir fyrsta dystin í kappingarárinum hjá Víkingi Reykjavík. Gunnar hevði skorað í sigrinum á Stjarnuni. Samanlagt hevur leirvíkingurin nú 35 dystir og fýra mál fyri Víking Reykjavík. Hetta verður nógv meira - íhvussu er tali av dystum.

Hetta er greitt, eftir at Gunnar Vatnhamar og Víkingur Reykjavík í dag hava longt sáttmálan. Tað boðar felagið frá á heimasíðu sínari.

- Knattspyrnudeild Víkings hefur framlengt samning sinn við færeyska landsliðsmanninn Gunnar Vatnhamar. Gunnar kom til félagsins í apríl árið 2023 og hefur hann leikið 35 leiki fyrir félagið og skorað í þeim 4 mörk.

[object Object]
Gunnar Vatnhamar nærkast 40 landsdystum fyri Føroyar (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Sáttmálin er langur. 29-ára gamli leirvíkingurin hevði sáttmála fyri hetta kappingarárið afturat, og nú er sáttmálin longdur við trimum árum afturat. Hann er galdandi til ov við kappingarárið 2027.

Harvið bendir nógv á, at Gunnar Vatnhamar verður í Reykjavík í fleiri ár. Landsliðsspælarin er lyklaspælari hjá Víkingi, sum í fjør vann greipuna - eftir fimm umfør í ár er Víkingur Reykjavík oddalið.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder