Fótbóltur

Gunnar vónar at fótbóltsævintýrið ikki er av enn

- Kemur tað rætta tilboðið, so eri eg til reiðar at taka av.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2019-10-11 18:09 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroyski landsliðsmálverjin, Gunnar Nielsen, hevur ikki fingið serliga nógva dystarvenjing efir at hann gjørdist frískur eftir drúgvan skaða herfyri.

Og í løtuni hevur hann heldur ongan sáttmála, tí sáttmálin við núverandi felagið, Fimleikafélag Hafnarfjarðar, FH, gekk út, nú íslendska fótbóltskappingin endaði.

Hvussu fótbóltsframtíðin hjá 33 ára gamla fótbóltsmálverjanum sær út, er framvegis ógreitt. Sambært Gunnari er onki, sum bendir á, at hann heldur fram í FH, og tað er eisini heldur ikki siggurt, at hann verður verandi í Íslandi, har hann annars hevur arbeiði við síðuna av fótbóltstilveruni, sum shipping-fólk hjá Smyrilline Cargo.

- Eg og familjan hava trivist væl í Íslandi, og eg havi eisini havt tað sera gott í FH, eisini nú eg ikki havi fingið so nógva spælitíð, sigur segði Gunnar í eini filmssamrøðu, sum Portalurin hevði við hann í dag.

Sambært Gunnari kundi hann hugsa sær at roynt okkurt nýgg. Men tað til tað krevst, at tað rætta tilboðið kemur á borðið.

- Eg fari ikki og bindi meg til ein og hvønn sáttmála. Tað skal vera rætt fyri meg. Tað týdningarmesta er, at eg fái spælitíð. Eg eri sera væl fyri kropsliga, og meti meg at eiga nógv ár eftir sum málverji á høgum stigi.

Hoyr samrøðuna við Gunnar Nielsen her: Fokusera bara upp á Rumenia

Gunnar Nielsen er uppvaksin í HB og spældi har fram til 2004 tá hann flutti til Danmarkar at spæla við Frem. Fótbólturin hevur síðan ført hann til Blackburn Rovers (útleigaður til Motherwell), Manchester City (útleigaður til Wrexham og Tranmere Rovers), Silkeborg, Motherwell, Stjarnan og FH har hann hevur verið síðan 2015.

Gunnar Nielsen er skrásettur fyri 51 dystir á A-landsliðnum.

[object Object]
Gunnar Nielsen í dystinum móti Spania í Gijon í síðsta mánaða (Mynd: Sverri Egholm) 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder