Fótbóltur

Gutti roynir seg í Noregi

Áleyparin hjá EB/Streymi hevur skorað trý mál á U21-landsliðnum í ár, og venur hesa vikuna við Levanger, sum júst er flutt upp í næstbestu norsku deildina.

Gutti skorar her eitt av sínum málum í U21-landsdystinum móti Kroatia - við hesum gjørdi ungi EB/Streymarin meira vart við seg á altjóða pallinum (Mynd: Bjarni Enghamar/Bjarna Myndir)

Gutti skorar her eitt av sínum málum í U21-landsdystinum móti Kroatia - við hesum gjørdi ungi EB/Streymarin meira vart við seg á altjóða pallinum (Mynd: Bjarni Enghamar/Bjarna Myndir)

2023-11-01 20:06 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er møguligt, at Gutti Dahl-Olsen hevur spælt sín seinasta dyst fyri EB/Streym fyribils. 21-ára gamli álopskendi spælarin úr Streymnesi hevur verið fastur maður hjá barndómsfelagnum seinastu árini - oftast sum fremsti maður ella sum vongur.
Gutti hevur ikki sáttmála fyri 2024, og í løtuni venur hann við liði uttan fyri landoddarnar.

Levanger skal næsta kappingarár spæla í næstbestu norsku deildini eftir uppflyting, og hevur givið Gutta Dahl-Olsen møguleika at venja við hesa vikuna. Hetta hevur Portalurin fingið váttað.

Spurningurin er so, um okkurt ítøkiligt spyrst burturúr. Sum skilst hevur áhugi eisini verið fyri honum í føroyskum feløgunum.

Gutti Dahl-Olsen hevur veruliga gjørt vart við seg á U21-landsliðnum í ár. Í báðum heimadystunum hjá Føroyum er hann komin inn og hevur skorað: Fyrst javnaði Gutti til 2-2 móti Andorra í juni, og tá Kroatia vitjaði í Klaksvík í september sló tekniskt gávaði spælarin til tvær ferðir. Hann hevur spælt 47 minuttir samanlagt í trimum dystum, og hevur harvið víst skerpni og hegni í brotsteignum.

Royndarvenjingin í Levanger endar fríggjadagin. Kaj Leo í Bartalsstovu spældi í felagnum í 2014 og 2015.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder