Fótbóltur

Gutti til B36

U21-landsliðsáleyparin skiftir til B36 úr barndómsfelagnum EB/Streymi. Hann hevur spælt 99 dystir í Betrideildini.

Gutti sum heilt ungur í dysti í Gundadali í B36. Næsta ár fer 21-ára gamli áleyparin at hava heimavøll í Gundadali (Mynd: Sverri Egholm)

Gutti sum heilt ungur í dysti í Gundadali í B36. Næsta ár fer 21-ára gamli áleyparin at hava heimavøll í Gundadali (Mynd: Sverri Egholm)

2023-12-18 07:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjárkvøldið kunngjørdi B36 sín triðja nýggja spælara til hópin fyri næsta kappingarár. Talan er um Gutta Dahl-Olsen, sum kemur úr EB/Streymi.

Frammanundan hava málverjin Bjarti Vitalis Mørk og vongurin Marius Kryger Lindh gjørt avtalu við B36.

Gutti fyllur 22 ár stutt eftir ársskiftið. Seinastu árini hevur hann spælt fast á besta liðnum hjá barndómsfelagnum. Veruliga gjøgnumbrotið kom helst í 2022, tá áleyparin úr Streymnesi skoraði sjey mál fyri liðið, sum endaði á 5. plássið.

[object Object]
Gutti skorar her annað av málunum í U21-landsdystinum móti Kroatia í Klaksvík. Hann hevur í ár veruliga gjørt vart við seg sum innskiftari fyri Føroyar (Mynd: BjarnaMyndir)

Nú skal Gutti Dahl-Olsen royna at gera vart við seg á topp-fýra liði. B36 endaði á 4. plássið í Betrideildini, eftir at hava verið í topp-trý alt árið, og skal aftur spæla í Conference League í 2024. 

Gutti hevur, sambært Farosoccer, spælt 99 dystir í Betrideildini. Hann hevur skorað 17 mál. Nýggi B36-spælarn hevur veruliga gjørt vart við eg á U21-landsliðnum í ár: Samanlagt hevur hann spælt ein tíma, og úrttøkan hevur verið trý mál sum innskiftari.

Keldur: FaroeSoccer og Fótbóltsfelagið B36 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder