2025-12-04 11:51
Venjararnir hjá føroyska kvinnulandsliðnum í hondbólti hava sett hópin, sum skal spæla dystin móti Serbia klokkan 14.30 í dag.
Tvey nøvn skulu sílast av bruttohópinum til hvønn dyst.
Hesaferð verða tað málverjin Gylta á Neystabø og bakspælarin Maria Halsdóttir Weyhe, sum mugu sita uttanfyri.
FM1 sendir beinleiðis úr Dortmund klokkan 13 til 14. Lurta eftir FM1 her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald