Hondbóltur

H71-Stjørnan framskundaður nakrar tímar

Fyrsta bríksl, í tí sum kann gerast avgerandi hálvfinalan, verður klokkan 14.30. Tað hongur eitt sindur saman við fótbóltsdysti og einum øðrum hondbóltsdysti.

Durita Karlsdóttir Johansen í dysti í Hoyvík í kvøld. H71 skal standa seg uttan Lív Zachariasen, ið hevur knæskaða (Mynd: Sverri Egholm)

Durita Karlsdóttir Johansen í dysti í Hoyvík í kvøld. H71 skal standa seg uttan Lív Zachariasen, ið hevur knæskaða (Mynd: Sverri Egholm)

2023-04-21 17:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

H71 vann við einum máli í Klaksvík mikukvøldið. Hóast málmunurin ikki telur í FM-hálvfinalunum, so ger hetta á ein hátt spenningin størri: Stjørnan vísti, at tær kunnu bjóða H71 av og skora nógv mál ímóti teimum.

Tað skulu tó tveir sigrar í Hoyvík til, og tað er ein tung uppgáva. H71 hevur besta hópin í Føroyum - tó at liðið er uttan Lív Zachariasen í løtuni. Hoyvíkskvinnur eru favorittar at vinna FM-heitið.

Simon Olsen staðfesti í samrøðu við Portalin í gjár, at H71 sjálvandi gjarna vil avgera alt í morgin. Stjørnan skal vinna dystin fyri at skaffa eina triðju hálvfinalu. 

Dysturin skuldi upprunaliga verða spældur klokkan 18, men er síðani fluttur tvær ferðir. Fyrst til klokkan 16, av tí at steypadysturin millum KÍ og B36 í Gundadali verður klokkan 18. Stjørnan ynskti at flyta dystin orsakað av at fótbóltsliðið úr býnum skuldi spæla samstundis.

Hetta varð gingið á møti. Tað hevði so havt við sær, at bronsudysturin hjá monnum í Høllini á Hálsi skuldi flytast eitt sindur, men hetta lat seg ikki gera. Orsøkin er sum skilst, at onkur ella onkrir hjá Team Klaksvík ikki høvdu verið tøkir so.

Tað endaði so við, at Hondbóltssamband Føroya ásetti dystin at vera klokkan 14.30.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder