Eftir dramtaisku triðju hálvfinaluna millum menninirnar hjá H71 og Neistanum í gjárkvøldið, tosaðu vit við annan av venjarunum hjá H71.
Umframt at Simon Olsen setti orð á júst lidna dystin í Hoyvíkshøllini, ið H71 vann við einum eftir longda leiktíð, so spurdu vit hann eisini eitt sindur um hálvfinalurnar hjá kvinnum.
Danin og hoyvíkingurin Djóni Gaard standa eisini á odda fyri sterka kvinnuliðnum hjá H71, sum eisini vann hálvfinalu við einum máli í mikukvøldið. Hetta var fyrsta hálvfinala móti Stjørnuni, og leikt varð í Klaksvík.
Talan var um ein málríkan dyst, og Simon Olsen sigur eisini, at H71 skal fáa verjuspælið betri at sita í hálvfinalu numar tvey leygardagin. H71 er í løtuni uttan Lív Zachariassen, ið er annar tvíburðin, sum vanliga er ógvuliga stinn í miðverjuni.
- 36 mál burdi verið nóg mikið at vunnið hondbóltssdystir, staðfestir Simon Olsen smílandi.
Les eisini: H71 hálaði sigurin heim í Klaksvík
Hetta var aftur ein tættur dystur millum steypavinnararnar og Stjørnuna, og man skal avgjørt ikki undirmeta Stjørnuna, staðfestir Simon Olsen. Vinnur lið hansara aftur í annaðkvøld, so er finalupláss uppá pláss annað árið á rað. Fyrsta bríksl í Hoyvíkshøllini verður klokkan 16.
FM-hálvfinalur í SMS-deildini
Mikudagin 19.04 - hálvfinala 1
Stjørnan - H71 35-36 (20-20)
Toppskjúttar:
Stjørnan: Julia Nalivko 8 mál, Sonja Sirdal á Bergi 8 mál, Tóra Eliasen 7 mál
H71: Maria Halsdóttir Weyhe 7 mál, Lukka Arge 6 mál
Dystargongdin:
5 min: 4-3
10 min: 7-5
15 min: 10-9
20 min: 15-13
25 min: 17-15
30 min: 20-20
35 min: 21-24
40 min: 24-26
45 min: 25-29
50 min: 28-32
55 min: 33-35
Leygardagin 22.04 - hálvfinala 2
14.30: H71 (1) - Stjørnan (0)
Rættað: 15.40
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald