Fyrsti dystur í 2. umfari í bólkaspælinum í Faxe Kondi kappingini varð leiktur í gjárkvøldið, tá H71 tók ímóti KÍF. Í fysta umfari tapti KÍF í Vestmenna, so har var trýst á kollfirðingum.
Myndir frá dystinum
Útiliðið byrjaði væl í báðum hálvleikunum, men tað helt ikki á mál hjá kollfirðingum. H71 kom á odda 22-17 um miðjan seinna hálvleik, áðrenn KÍF kom inn í dystin aftur og spældi fáar minuttir fyri leiklok fyri at koma á javnt. Tað var tó H71, ið skoraði tey seinastu trý málini og fekk tey bæði stigini.
Nicklas Selvig skoraði sjey ferðir fyri KÍF, men hetta var ikki nóg mikið (Mynd: Sverri Egholm)
Harvið er H71 so gott sum í hálvfinaluni. Hjá KÍF stendur illa til. Næstbesta liðið hjá H71 skal vinna í Vestmanna leygarkvøldið, um KÍF framvegis skal hava møguleika at koma í hálvfinaluna.
Faxe Kondi-kappingin 2020
Menn
Bólkur 1:
2. umfar:
H71 – KÍF 28-24 (16-12)
Toppskjúttar: Nicklas Selvig 7 mál, Pætur Thomsen og Vilhelm Poulsen 6 mál
Sí myndir
Leygardagur 25.01.
18.00 VÍF – H71 2
Bólkur 2:
Leygardagur 25.01. kl. 18.00 Kyndil – Team Klaksvík
Sunnudagur 26.01. kl. 19.00 Neistin – StÍF
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald