Hondbóltur

H71 er aftur steypavinnari

Tað varð ein gysari í Høllini á Hálsi, men við máli til 22-20, tá áleið tjúgu sekundir vóru eftir, avgjørdi H71 dystin.

Maria Weyhe gjørdist toppskjútti í dystinum

Maria Weyhe gjørdist toppskjútti í dystinum

2021-02-20 18:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

H71 er annað árið á rað steypavinnari hjá kvinnum. Hetta er greitt, eftir at hoyvíkskvinnur koppaðu Neistakvinnum.

H71 var á odda allan vegin, men Neistin hekk við allan vegin. Málið hjá Duritu Toftum í seinasta minutti gjørdist ógvulgia týdnigarmikið.

Samrøður og annað um eina løtu.

Faxe Kondi finalan hjá kvinnum 
Høllin á Hálsi 20.02
H71 - Neistin  22-20 (9-12)

Dystargongdin 
5 min: 3-2
10 min: 5-3
15 min: 8-3
20 min: 8-6
25 min: 10-7

35 min: 14-11
40 min: 16-14
45 min: 18-15
50 min: 19-18
55 min: 21-19

Málskjúttar: 
H71
Maria Halsdóttir Weyhe 8 (5)
Marita Mortensen 5
Jana Mittún 3
Durita Toftum 2
Elisabeth Simonsen 2
Christina Arge 1
Lív B. Zachariasen 1

Neistin

Marjun Danberg 8
Fríða Dungá 5 (1)
Ingun Kristina Persson 4
Sólbjørt Høj 3

Bjargingar: 
H71: Vár H. Thomsen 11, Rúna J Larsen 5
Neistin: Margit Weihe Frimundsdóttir 12

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder