Spurnartekin vóru undan kappingarárinum: Um unga liðið í Hoyvík mundi fara at aftur bjóða av um steypini, nú fleiri profilar vóru vekk.
Spurningar hava eisini verið undir finalurøðini, har stríðsfúsu kollfirðingarnir vunnu dramatiska finalu her fyri viku síðani og í vikuskiftinum fingu tað til longda leiktíð í Hoyvík.
H71 hevur tó kveistrað hetta til viks. Í steypakappingini gekst illa at verja heitið, men nú er triðja føroyameistaraheitið á rað komið í hús.
Hoyvíksfjeppararnir kundu fegnast í Kollafirði (Mynd: Sverri Egholm)
Útiliðið var á odda frá byrjan í kvøld, og var so at siga allan 1. hálvleiki á odda við nøkrum málum: Torstein Sivertsen byrjaði væl í málinum, og tað gekst sum smurt at skora móti Milenko og hinum hjá Boga Hansen og øðrum.
Í steðginum var 14-21. KÍF fekk dystin meira spennandi og niður á minus trý nakrar ferðir, men H71 treiskaðist. Tað kostaði eisini KÍF, at tryggi høgri vongurin Bárður Dam, sum eisini var farin at verja álopskend og órógvað fekk beinleiðis reytt kort um miðjan 2. hálvleik.
Bárður Dam fekk nøkur mál, vardi væl fyrstu løtuna eftir steðgin, men varð so vístur av vølli fyri heldur vandamikla støðu, tá hann royndi at steðga kontraálopi
Brian Slyne, ið spældi við KÍF í fjør, gjørdi veruliga bart í løtum
H71 økti aftur, orkan fór at bila hjá heimaliðnum og sum minuttirnir gingu tykiskt sigurin meira og meira tryggur, hóast KÍF ongantíð gavst.
Enn eitt flott føroyameistari til hoyvíkingar, ið nú kunnu fegnast. Fleiri myndir og samrøður seinni.
Fjórða og síðsta FM-finalan í Burn-deildini
Í dag, mikudagin 1. mai
KÍF (1) - H71 (3) 32-37 (14-21)
Toppskjúttar: Bogi Hansen 10 mál, Rasmus Søby 9 mál, Brian Slyne 8 mál
Sí dómaraseðil og dystargongd her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald