Hondbóltur

H71 í báðum finalunum í Summarkappingini

Menninir skulu dystast móti Úrvalsliðnum - kvinnurnar spæla ímóti U18-landsliðnum hjá kvinnum. Finalurnar verða leiktar leygardagin.

H71-kvinnurnar, ið vunnu steypakappingina í februar, skulu spæla ímóti U18-landsliðnum leygardagin (Mynd: Sverri Egholm)

H71-kvinnurnar, ið vunnu steypakappingina í februar, skulu spæla ímóti U18-landsliðnum leygardagin (Mynd: Sverri Egholm)

2020-07-09 13:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað varð eingin føroyameistiari í farna kappingarári, men H71 vann steypakappingini hjá bæði kvinnum og monnum. Felagið hevur møguleika at fáa fleiri steyp í 2020: Leygardagin spæla bæði fremstu liðini finalu í Summarkappingini, ið hevur verið seinastu 15 dagarnar.

H71-kvinnurnar vunnu allar sínar tríggjar dystirnar í bólkaspælinum. U18 landsliðið (U02 gentur) vann við fimm málum á bæði Neistanum og VB. Talan er um eitt landslið við  nógvum sera evnaríkum leikarum: Millum annað Jana Mittún og Elsa Egholm, ið báðar eru uppvaksnar í H71 og sum hava verið á Danmark á ítróttareftirskúla, Natasja Hammer úr Kyndli, sum veruliga gjørdi um seg farna kappingarár, og tvíburða-systrarnar úr Hoyvík: Lív og Vár Bentsdóttir Zachariassen. Dia Midjord er venjari hjá liðnum.

[object Object]Jana Mittún í dysti fyri táverandi U17-landsliðið, U02-gentur, í kapping seinasta summar, har liðið stóð seg sera væl

Hjá monnum kom tað ikki óvart á, at Úrvalsliðið, ið fyrst og fremst er samansett av hondbóltsútisetum ið spæla á landsliðnum, skal spæla í finaluni. Úrvalsiðið vann trygt á U18 monnum, Neistanum og KÍF, og møguleiki verður at síggja leikarar sum Kjartan Johansen, Jónas Gunnarson Djurhuus og Áka Egilsnes spæla ímóti H71 í Høllini á Hálsi leygardagin. Hoyvíkingar taptu móti Kyndli í bólkaspælinum men vunnu á VÍF og U20-landsliðnum hjá monnum.

[object Object]Jónas Gunnar Djurhuus, ið er júst er skiftur til Viking Stavanger, skal leygardagin spæla ímóti sínum barndómsfelagið (Mynd: Sverri Egholm)

Finalur í Summarkappingini
SMS summarkappingin (kvinnur)
14.00: U18-kvinnur - H71

Okkara summarkappingin (menn)
16.00: H71 - Úrvalsliðið

Báðar finalurnar verða leiktar í Høllini á Hálsi

placeholder
placeholder