
Mikudagin hølvaði H71 vestmenningar av, tá onnur FM-finalan var á skránni í Hoyvíkshøllini.
Í kvøld var munurin minni, tá liðini hittust í Vestmanna, men útiliðið hevði tó eina greiða leiðslu í steðginum, á seks mál, og góðan part av dystinum.
Nógvir hoyvíkingar fingu rímiliga nógv mál, og aftur eydnaðist verjuparturin hjá H71 væl frá byrjan. Hoyvíkingar komu á odda 1-4 og lótu bert átta mál inn í fyrra hálvleiki.
Vestmenningar fingu spælið betri at koyra eftir steðgin, og millum annað kom Filip Jojic av álvara í gongd við málskjótingini. Meira spenningur kom í, men tað rakk tó ikki. VÍF kom niður á minus tvey einaferð, men tað var, tá 15 sekund vóru eftir.
Harvið liggur tað nú væl til H71 at taka føroyameistaraheitið - og greipuna - annað árið á rað. Liðið kann tryggja sær hetta við sigri í Hoyvík mikukvøldið. Um VÍF vinnur, er tað tó púra opið, og so skal alt avgerðast í einari fimtu finalu í Vestmanna næsta vikuskifti.
FM-finalur í Burn-deildini
Triðja finalan - í Vestmanna leygarkvøldið 13.05
VÍF - H71 28-31 (8-14)
Toppskjúttar: Filip Jojic 10 mál, Bogi Hansen 7 mál, Rói Ellefsen á Skipagøtu 7 mál
Sí dómaraseðil her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald