Fótbóltur

Har var eingin ivi í Hoyvík

H71 í roynd og veru hølvaði VÍF av í kvøld, og harvið er nú 1-1 í FM-finalunum í Burn-deildini.

Rói Ellefsen á Skipagøtu var ein av hoyvíkingunum, sum spældi ógvuliga væl í kvøld. Hann skoraði tíggju mál - her sæst hann í fyrstu finaluni (Mynd: Jens Kr. Vang)

Rói Ellefsen á Skipagøtu var ein av hoyvíkingunum, sum spældi ógvuliga væl í kvøld. Hann skoraði tíggju mál - her sæst hann í fyrstu finaluni (Mynd: Jens Kr. Vang)

2023-05-10 21:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nakað eftir EM-lutakastið var onnur FM-finalan í Burn-deildini á skránni. H71 tók ímóti VÍF og skuldi fáa nøkur ting at sita betur enn í fyrstu finaluni, sum var í Vestmanna leygardagin, tá vestmenningar vóru omaná.

Í dag sást tað beinanvegin, hvønn veg tað ber. Verjan hjá H71 stóð sum ein múrur fyrstu løtuna, og Pauli Jacobsen kom eisini beinanvegin í gongd. Tvær ferðir varð VÍF dømt fyri drál, tá eingin alvering var eftir, og spælarin við bóltinum ikki var í skotstøðu yvirhøvur. Tað tók VÍF níggju minuttir at fáa eitt mál - tá var 3-0 - og yvir tólv minuttir at skora eitt mál, sum ikki var í yvirtali ella við brotsskasti.

Hóast VÍF hekk toluliga væl í, í fyrra hálvleiki, og eisini fekk nakað betri álopsspæl sum hálvleikurin leið, so var lítið sum bendi á, at H71 av álvara fór at verða hótt. "Fýra-blokkurin" við Róa Ellefsen á Skipagøtu, Niklas Hanusarson Højgaard, Peturi Krogh og Rúna Vest Højgaard var framúr, og so fekk Pauli fatur á fleiri bóltum enn í Vestmanna. Tað eydnaðist millum eisini nógv betri at møta Filipi Jojic. Bakkurin skoraði tíggju samanlagt í Vestmanna, men hann bert fekk tvey mál í opnum spæli í dag.

Í álopinum var eitt heilt annað flog yvir serliga Róa á Skipagøtu, ið skoraði tíggju mál og fekk spælið hjá heimaliðnum at flóta, og so vísti 19-ára gamli Rókur Ziskason góðar taktir. Bakkurin, sum var til U18 EM í fjør, hevur verið nógv skaðadarvaður í ár, men hann bjóðaði væl av í dag, skoraði fimm mál og skapti órógv í VÍF-verjuni.

[object Object]
Filip Jojic verður her steðgaður í dystinum í Vestmanna - hann fekk ikki serliga fríar ræsir í dag, og Pauli Jacobsen pilkaði eisini nøkur skot (Mynd: Sverre Egholm)

Skjótt í seinna hálvleiki gjørdist greitt, at tað bert fór at verða spurningur um hvussu stóru heimasigurin fór at verða, og heilt gott lag var á meginpartin av teimum, ið vóru í Hoyvíkshøllini. Hallur Árason hevði nøkur dundurskot, men í hinum endanum raplaði tað inn. Munurin fór frá fimm málum í steðginum til tíggju máleftir 40 minuttir, og eina løtu gingu aftur sjey minuttir uttan eitt VÍF-mál.

Liðini skiftu so at siga allar út, dysturin losnaði eitti sindur, og fleiri nýggir vístu seg væl fram. Torstein Sivertsen í H71-málinum hevði nakrar bjargingar, og VÍF setti fleiri U18-spælarar inn - saman við Agnari Joensen - har serliga Eyðbjørn Heini Danielsen var eyðsýndur. Bakkurin skoraði trý mál og syrgdi fyri brotskøstum og útvísingum hinvegin.

VÍF fekk minkað munin niður í sjey mál, men tað var annars ein ógvuliga ringur dagur á kontórinum hjá vestmenningum. Nú er trýstið aftur á teimum: 1-1 og liðini spæla í Vestmanna leygarkvøldið, áðrenn leiðin gongur aftur til Hoyvíkar.

FM-finalur í Burn-deildini
Finala nummar 2 - mikukvøldið 10. mai í Hoyvíkshøllini
H71 (1) - VÍF (1) 28-21 (13-8)

Toppskjúttar: 
Rói Ellefsen á Skipagøtu 10 mál, Hallur Árason 6 mál 

Sí dómaraseðilin her

Dystargongdin: 
5 min: 2-0
10 min: 3-2
15 min: 6-3
20 min: 9-5
25 min: 10-6

30 min: 13-8

35 min: 17-11
40 min: 21-11
45 min: 23-12
50 min: 25-14
55 min: 27-18

Útvísingar:
H71: 7
VÍF: 5

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder