Hoyvíkskvinnur hava seinastu árini mynda toppin í føroyskum hondbólti. Unga og spennandi liðið vann steypakappingina í 2020 og 2021, hevur av álvara gjørt vart við srg í evropeiskum hondbólti í ár, og nú glapp tað í mun til at spæla seg í FM-finalurnar.
Tann fyrsta av hesum slagi eydnaðist væl hjá H71. Dysturin í Hoyvík leygardagin endaði við fimm-máls sigri til heimaliðið.
Neistin vann seg heldur óvæntað í finaluna við sigrum á grannunum úr Kyndli, og tær í bláum skulu í kvøld royna at javna út. Nógv mest vinnandi felagið í føroyskum kvinnuhondbólti hevur nú eitt ungt lið. Um tær ikki megna at javna út í kvøld, so fer tað helst at tykjast ógvuliga tungt, tí so skal Neistin vinna tríggjr finalur á rað, um FM-gullið skal koma í hús.
Týsdagin 5. apríl
FM-finala 2 kl. 19.00 Neistin – H71 (0-1)
Hondbóltur
H71 kann taka stórt fet móti søguligum FM-heiti í kvøld
Hoyvíkskvinnur vunnu fyrstu FM-finaluna við fimm málum, og trýst er tí á Neistanum. Fyrsta bríksl í Høllini á Hálsi verður klokkan 19.
Marita Mortensen í steypafinaluni móti Neistanum í fjør (Mynd: Sverri Egholm)
2022-04-05 12:49
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald