2022-04-03 16:11
Hoyvíkskvinnur fóru avstað við fyrsta FM-finalu sigrinum móti Neistanum.
H71 var a odda við fimm málum í hálvleikinum, 16-11, men eina løtu í seinna hálvleiki minkaði munuin niður í tvey mál.
Tá avtornaði vann H71 dystin 29-24.
Toppskjútti hjá H71 var Jana Mittún við tíggju málum meðan Ingunn Kristina Persson gjørdist toppskjútti hjá Neistanum við 11 málum.
Týsdagin hittast liðini aftur, og tað verður í Høllini á Hálsi klokkan 19.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald