Tríggir dystir vórðu í kvøld leiktir í Faxe Kondi steypakappingini hjá monnum. Tveir í bólki 1 og ein dystur í bólki 2.
Í Hoyvík spældu besta liðið og næstbesta liðið hjá H71 móti hvørjum øðrum, og ikki óvæntað vann fyrsta liðið. H71 vann 41-21 móti næstbesta liðnum. Við stóra sigrinum leggur H71 seg á odda í bólki 1.
Kollfirðingar tóku ímóti Team Klaksvík, og talan var um ein spennandi dyst. Klaksvíkingar vórðu á odda 16-15 í hálvleikinum, men til síðst dragnaði Team Klaksvík, og KÍF vann dystin 33-29.
Í bólki 2 var ein dystur leiktur. Neistamenn, sum hava fingið Dánjal Ragnarsson og Trónda Kragesteen aftur, tóku ímóti strandingum í Høllini á Hálsi. Neistin hevði lætt við at skora mál, og hevði tamarhald á dystinum til nakrir minuttir vóru eftir.
Tróndur Kragesteen var við aftur í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)
Neistamenn hildu ikki høvdið kalt, og góvu StÍF møguleika at koma inn í dystin aftur. Tað eydnaðist kortini ikki strandingum at gera tað veruliga farligt hjá teimum bláu, og Neistin vann dystin 32-30. Støðan í hálvleikinum var 17-14.
Neistin tekur við sigrinum fyrsta plássið í bólkinum, men í morgin verður aftur dystur. Kyndil og VÍF í bólki 2 bresta saman í Høllini á Hálsi klokkan 20 í annaðkvøld.
Bólkur 1
H71 2 - H71 (22-41) 9-22
Toppskjúttar: Eindri Frýdal og Mark Lausen-Marcher 5 mál (H71 2), Hallur Biskopstø 7 mál (H71)
KÍF - Team Klaksvík (33-29) 15-16
Toppskjúttar: Fríði Weyhe 10 mál (KÍF), Vuk Stevanovic 11 mál (Team Klaksvík)
Støðan í bólki 1
1. H71 (2 stig)
2. KÍF (2 stig)
3. Team Klaksvík (0 stig)
4. H71 2 (0 stig)
Bólkur 2
Neistin - StÍF (32-30) 17-14
Dánjal Ragnarsson 10 mál (Neistin), Pætur Johansen 9 mál (StÍF)
Kyndil - VÍF (21. januar klokkan 20)
Støðan í bólki 2
1. Neistin (2 stig)
2. VÍF (0 stig)*
3. Kyndil (0 stig)*
4. StÍF (0 stig)
*Ongan dyst spælt enn
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald