Hondbóltur

H71-kvinnurnar fara ikki til Ukraina

– Vit fara ikki um markið til Ukraina beinleiðis ímóti boðum frá danska uttanríkisráðnum og føroyska uttanríkisráðnum, sigur Anna Dam, forkvinna hjá H71 – Ógreitt er, hvussu verður við dystinum sunnudagin.

H71-kvinnurnar eru í løtuni í Pólska høvuðsstaðnum Varsjava (Mynd: H71/Facebook)

H71-kvinnurnar eru í løtuni í Pólska høvuðsstaðnum Varsjava (Mynd: H71/Facebook)

2022-02-12 10:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fleiri lond, m.a. Danmark, hava heitt á borgarar sínar í Ukraina um at fara úr Ukraina, og samstundis verður mælt frá at fara til landið. H71-kvinnurnar, sum skuldu spæla ímóti HC Galychanka Lviv í Ukraina sunnudagin, hava nú eisini boðað frá, at tær ikki fara til Ukraina.

Les eisini: Heita á borgarar um at fara úr Ukraina

H71-kvinnurnar fóru í gjár úr Vágum til Keypmannahavnar og víðari til Póllands, har tær hava gist í nátt. Ætlanin var, at ferðalagið skuldi fara víðari til Ukraina í dag, men nú er greitt, at so verður ikki.

– Vit hava boðað frá, at vit fara ikki um markið til Ukraina beinleiðis ímóti boðum frá danska uttanríkisráðnum og føroyska uttanríkisráðnum, sigur Anna Dam, forkvinna hjá H71 við Útvarpið í morgun.

Hon sigur, at tey enn eru í sambandi við evropeisku hondbólssamgonguna, og arbeiða tey saman við ukrainska felagnum um at finna eina loysn, sum inniber, at dysturin framvegis verður spældur men ikki í Ukraina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder