Hondbóltur

H71-kvinnurnar í evropeiska eldin aftur sunnudagin

Fyrra fjórðingsfinalan verður á útivølli í Ukreina. Sunnudagin í næstu viku er Høllin á Hálsi karmur um seinnu fjórðingsfinaluna.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2022-02-11 17:17 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Sunnudagin 13. februar og sunnudagin 20. februar spæla H71-kvinnur aftur European Cup.

H71-kvinnur eru nú millum seinastu átta liðini í European Cup hjá kvinnum. Sunnudag klokkan 12, føroyska tíð, møta tær ukrainsku HC Galychanka Lviv á útivølli í Lviv. Seinni dysturin verður í Høllini á Hálsi sunnudagin 20. februar klokkan 20.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Hetta er fyrstu ferð at kvinnurnar úr Hoyvík luttaka í evropeiskari kapping, meðan ukrainska liðið hevur luttikið heili 21 ferðir. Fyrstu ferð í 1993. Tvær ferðir hevur liðið rokkið hálvfinalurnar. Liðið liggur í løtuni greitt á odda í ukrainsku kappingini og hevur liðið eisini fleiri ukrainskar landsliðsleikarar.

[object Object]Frøi á hoyvíkskvinnum tá H71 vann seinna dystin ímóti serbiska Naisa Nis í áttandapartsfinaluni (Mynd: Sverri Egholm)

Vegurin til fjórðingsfinalurnar

Annað umfar

WHC Cair-Skopje - H71 53-78
16. oktober 2021 26-43
17. oktober 2021 27-35

Triðja umfar

SONO Eagles - H71 57-65
20. november 2021 26-36
21. november 2021 31-29

Áttandapartsfinalan

ZRK Naisa Nis - H71 64-69
9. januar 2022 38-39
15. januar 2022 26-30

Fjórðingsfinalan

HC Galychanka Lviv - H71
13. februar 2022
20. februar 2022


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder