H71 og Kyndil í steypafinaluni eftir sera spennandi hálvfinalur

Tað gjørdist næstan so tætt og dramatiskt sum gjørligt í Høllini á Hálsi og í Hoyvíkshøllini, har einki varð avgjørt fyrrenn í seinastu sekundunum.

Stórur fagnaður á teimum grønu í Høllini á Hálsi, har tað gjørdit heilt tætt til seinast. Í Hoyvík var eisini bert eitt mál á muni samanlagt (Mynd: Sverri Egholm)

Stórur fagnaður á teimum grønu í Høllini á Hálsi, har tað gjørdit heilt tætt til seinast. Í Hoyvík var eisini bert eitt mál á muni samanlagt (Mynd: Sverri Egholm)

2020-02-09 18:06 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í hálvleikinum í Hoyvík sá tað ikki út til, at H71 fór at koma í finaluna. Verjuparturin hjá Neistanum, við Nicholas Satchwell sum einum heilt ótrúligum aftasta skansa, gav heimaliðnum risa trupulleikar. Landsliðsmálverjin tók nakað yvir helvtina av skotunum, og tað tók H71 12 minuttir at koma upp á tvey mál.

[object Object]
Verjan hjá Neistanum, við Satchwell aftast, var sera stinn (Mynd: Jens Kr. Vang)

Hoyvíkingar stríddu seg á -1, tá stórir tíggju minuttir vóru eftir av fyrra hálvleiki. Neistin skoraði ikki júst eftir vild fram til tá, men næstu minuttirnar eydnaðist spælið hjá teimum bláu heilr væl, og útiliðið fekk fimm mál á rað. Tað vóru serliga Dánjal Ragnarsson og Tróndur Mikkelsen ið gingu á odda við málskjótingini hjá Neistanum í 1. hálvleiki.

[object Object]
Ein einmansherur í álopsspælinum hjá Neistanum í 2. hálvleiki - 11 mál samanlagt og øll undantikið eitt hjá liðnum í seinna hálvleiki (Savnsmynd: Sverri Egholm)

H71 kom út á ein heilt annan hátt í 2. hálvleiki. Hol varð fingið á máslskjótingina, og tá Tróndur Kragesteen tók time-out í 13. minutti, hevði Neistin bert skorað eitt mál, og tað var við brotsskasti. H71 var frammanfyri samanlagt, men so kom Dánjal Ragnarsson tó í gongd aftur, og næstu álopini smekkaði 8’árin bóltarnir í málið. Nú lá tað og svingaði ímillum + 2 og + 1 til Neistan. Hjá H71 var Elias Ellefsen á Skipagøtu av álvara komin í gongd; bæði við fríspælingum og málum, og hetta hjálpti H71 at halda tí næstan heilt javnt samanlagt.

[object Object]
Tveir ungir leikarar í bakketuni hjá hvør sínum liðið - hjá Tróndi riggaði nógv væl í 1. hálvleiki; hjá Eliasi í 2. 

[object Object]
Verjan hjá H71 gjørdi tað ógvuliga trupult hjá teimum í bláum í 2. hálvleiki (Mynd: Jens Kr. Vang)

H71 kom á javnleik, tá tíggju minuttir vóru eftir (19-19). Harvið var fyrimunur til hoyvíkingur, og Neistin kom ongantíð aftur á finalukós. Verjan hjá H71, við Peter Krogh (sum fekk sína triðju útvísing tveir minuttir fyri leiklok) og Pæturi Mikkjalsson í miðverjuna stóð sera væl ígjøgnum 2. Hálvleik, og Neistin manglaði sum heild loysnir. Tróndur kom ikki í gongd i 2. hálvleiki, og hóast Rasmus Søby spældi nógv, var týðiligt at hann ikki var nær við at vera 100 prosent. Tað var øðiligur spenningur og dramatikkur til tað síðsta, men tá H71 kom á 20-19 við máli frá Pæturi Thomsen, tá tveir minuttir vóru eftir, var tað so gott sum heima, og fulla Hoyvíkshøllin kókaði, tá Leivur Mortensen við brotskasti skoraði til 21-20. Enn ein sera tættur avgerandi dystir millum Neistan og H71, har tað koppaði til H71. Steypavinnararnir megnaðu harvið akkurat ikki at røkka finaluni aftur.

[object Object]
Frøi á hoyvíkingum, tá samanum kom (Mynd: Jens Kr. Vang)

Tað verður, eins og í 2017, Kyndil, ið H71 skal royna at koppa í finaluni. Tá vóru teir grønu greitt omaná – í dag vendi Kyndil einari tvey-máls leiðslu hjá VÍF frá fyrru hálvfinaluni. Tað var greitt tíðliga í dag, at Kyndil hesaferð var nakað omaná. Andreas Risdal skoraði trý tey fyrstu málini hjá teimum grønu og danski høgri bakkurin var saman við hinum í baktetuni vælspælandi í dag. Hjalti Mohr Jacobsen var eisini sera tryggur í skotunum – serliga við brotkøstunum, Tummas Pauli Hanuasrson hevði nógv góð gjøgnumbrot og skot og tók ábyrgd, tá ástóð, og Bartal Klein Olsen kom við nógvum góðum. Verjan hjá VÍF og Mladen í málinum høvdu ígjøgnum dystin sera ilt við at steðga teimum grønu – tað var bert, tá heimaliðið av álvara setti ferðina niður seint í dystinum, at tað eydnaðist.

[object Object]
Royndi Hjalti Mohr Jacobsen var við til at vísa vegin hjá Kyndli í dag (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Tað var Tummas Pauli Hanusarson so sanniliga eisini við til (Mynd: Sverri Egholm)

Verjuparturin eydnaðist væl hjá heimaliðnum í stórum pørtum av dystinum. Filip Jojic fekk tó sum verða man rímiliga nógv mál, og vinstri bakkurin helt VÍF inni í dystinum. Í 1. hálvleiki var tað tó Jákup Andrias Joensen á strikuni, ið fekk tey flestu málini vestmenningum. Tíðliga í 2. hálvleiki kom Kyndil fyri fyrstu ferð uppá +6 mál, og munurin lá ímillum seks og fimm mál teir næstu áleið tjúgu minuttirnar. Hendingaferð kom VÍF niður á fýra mál (tvey í samanlagda úrslitinum) Spenningurin var harvið ongantíð heilt úr dystinum, men Kyndil tóktist at hava gott tamarhald á støðuni og spældi róligt við langum álopum.

[object Object]
Jákup Andrias var flúgvandi í 1. hálvleiki (Mynd: Sverri Egholm) 

Støðan gjørdist 30-25, tá fýra minuttir vóru eftir, men so skoraði heimaliðið ikki aftur. Nakað av fjáltri tyktiskt at koma á, og VÍF helt á at trýsta. Jojic skoraði til 30-27, tá 15 sekund vóru eftir, og hann fangaði eisini bóltin frá Tummas Pauli í seinasta sekundi. Eitt mál var nóg mikið hjá vestmenningum, tí so hevði liðið fleiri útivallarmál. Tá Filip kastaði bóltin fram var tað tó ov seint, tíðin var farin og Tórður Guttesen, sum hevði nakrar umráðandi bjargingar í dag, bjargaði enntá skotroyndini sum fall, eftir at tíðin var farin.

[object Object]
Tórður Guttesen (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

VÍF hevur trupult at koma aftur í steypafinaluni – Kyndil er nú har fyri aðru ferð uppá trý ár, og skal royna at gera eins og í 2018: At loypa hvøkk á H71. Eins og í Hoyvik vóru heilt nógv fólk til dystin í Høllini á Hálsi, og tey livdu við. Og eins og í uppgerðini millum H71 og og Neistan var tað bert eitt mál, ið skiltu partarnar.

Seinnu hálvfinalurnar í Faxe Kondi kappingini hjá monnum
Sunnudagur 09.02

H71 - Neistin 21-21 (9-14) - samanlagt: 44-43
Toppskjúttar: Dánjal Ragnarsson 11 mál, Leivur Mortensen 5 mál

Kyndil - VÍF 30-27 (15-11) - samanlagt: 57-56

Toppskjúttar: Filip Jojic 11 mál, Anders Risdal og Hjalti Mohr Jacobsen 8 mál 

Steypafinalan verður leikt leygardagin.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder