Hondbóltur

H71 og Kyndil jagstra VÍF

 Hoyvíkskvinnur og Kyndilskvinnur bresta saman í Hoyvík í kvøld. Team Klaksvík er á vitjan hjá Kyndli.

H71 og Kyndil skulu stríðast um 2. plássið í Hoyvík í kvøld
(Mynd: Sverri Egholm)

H71 og Kyndil skulu stríðast um 2. plássið í Hoyvík í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

2018-12-20 14:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjárkvøldið vórðu tveir dystir leiktir í Okkara-deildini og ein í SMS-deildini. Í kvøld er ein dystur í hvøjrari deild, og tað er talan um seinastu dystirnir áðrenn steðgin í fremstu hondbóltskappingunum.

Les eisini: VÍF og Neistin vístu styrki

Tað er nógv uppá spæl í einsmalla dystinum í bestu kvinnudeildini í kvøld. H71 og Kyndil eru ávíkavist fimm og seks stig aftanfyri VÍF, ið vann trygt á Skála í gjárkvøldið.

Kappingarárið byrjaði við, at H71 vann við átta málum á Kyndli, og unga liðið gjørdi harvið greitt, at tað ætlar sær nakað í ár. Men 18. oktober vann Kyndil tepran sigur á hoyvíkskvinnum, og kyndilskvinnur hava ment seg gjøgnum árið; millum annað við at styrkt seg í málinum og við at Marianna G. Eystberg er komin aftur. Turið Arge Samuelsen verður eisini tøk aftur fyri barndómsfelagið eftir nýggjár

Í dytinum í Okkara-deildini er Kyndil stórfavorittur móti Team Klaksvík. 

SMS-deildin:
18.30: H71 – Kyndil 

1. VÍF (18 stig) *
2. H71 (13 stig)
3. Kyndil (12 stig)
4. Neistin (11 stig)
5. Stjørnan (7 stig)
6. StÍF (1 stig) *

* Ein dyst fleiri

Okkara-deildin: 
20.00:
Kyndil - Team Klaksvík

1.Neistin (18 stig)
2.H71 (17 stig) *

3.VÍF (17 stig) 
4.Kyndil (15 stig) *
5.KÍF (11 stig)  

6.StÍF (8 stig)
7.Team Klaksvík (2 stig) *

* Ein dyst færri



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder