Hondbóltur

H71 og Neistin leggja seg fremst í steypakappingini

Á Hálsi fall avgerðin í síðstu sekundunum. Í Hoyvík var ongantíð nakar serligur spenningur.

H71-kvinnur kundu fegnast eftir stórsigur móti VB í dag (Mynd: Sverri Egholm)

H71-kvinnur kundu fegnast eftir stórsigur móti VB í dag (Mynd: Sverri Egholm)

2021-01-17 17:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Steypakappingin hjá kvinnum varð skotin í gongd í gjárkvøldið, tá tveir dystir vóru í bólki 1. Í dag vóru tveir dystir í bólki 2.

Í Hoyvík, har VB var á vitjan hjá H71, var ongantíð tann heilt stóri spenningurin, og hoyvíkskvinnur kundu seta nógvar ungar kvinnur inn uttan, at tað ávirkaði úrslitið stórvegis. H71 vann dystin 34-26 við einari hálvleiksstøðu upp á 19-10.

Sí myndir frá H71-VB her

Toppskjútti hjá H71 gjørdist Maria H. Weyhe við sjey málum. Durita Hjelm var toppskjútti hjá VB somuleiðis við sjey málum.

[object Object]Maria H. Weyhe gjørdist toppskjútti hjá H71 við sjey málum (Mynd: Sverri Egholm)

Á Hálsi í Havn var meira spenningur. Stjørnan úr Klaksvík var á vitjan hjá Neistanum, og komu væl frá byrjan. Meðan Neistin í fyrra hálvleiki ikki fekk sítt spæl at rigga, var tað nógv, sum riggaði hjá Stjørnuni, sum var á odda við fýra málum, tá liðini fóru til hálvleik, 12-8.

[object Object]Katrin Bertholdsen og Marjun Danberg í hornatøkum (Mynd: Sverri Egholm)

Men í seinna hálvleiki gekk betri hjá neistakvinnum, sum ótu seg meira og meira inn á leiðsluna hjá Stjørnuni. Við støðuni 23-23, tá bara fýra sekund vóru eftir, fekk Neistin brotskast. Maria Nólsoy kundi seta bóltin í netið, og tryggja teimum bláu tvey stig í bólkaspælinum.

Sí myndir frá Neistin-Stjørnan her

Við níggju málum gjørdist Marjun Danberg toppskjútti hjá Neistanum, meðan Julia Nalivko við átta málum gjørdist toppskjútti hjá Stjørnuni.

Leygardagin og sunnudagin í næstu viku verður aftur spælt í steypakappingini hjá kvinnum. Stjørnan og H71 spæla í Klaksvík leygarkvøldið, og Neistin og VB spæla í Havn sunnudagin.

Úrslit í dag
H71 - VB (34-26) 19-10
Neistin - Stjørnan (24-23) 8-12

Soleiðis verður spælt í bólki 2
Leygardagur 23.01.21 kl. 18.00 Stjørnan – H71
Sunnudagur 24.01.21 kl. 14.00 Neistin – VB
Sunnudagur 31.01.21 kl. 14.30 H71 – Neistin
Sunnudagur 31.01.21 kl. 14.30 VB – Stjørnan

Soleiðis verður spælt í bólki 1
Sunnudagur 24.01.21 kl. 14.00 H71 2 – Kyndil
Mikudagur 27.01.21 kl. kl. 20.00 VÍF – StÍF
Sunnudagur 31.01.21 kl. 14.30 Kyndil – VÍF
Sunnudagur 31.01.21 kl. 14.30 StÍF – H71 2

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder