Hondbóltur

H71 og Neistin vunnu bronsuna

Í bronsudystunum í gjár tryggjaðu H71-kvinnur og Neistamenn sær triðja plássi. Niðara endaspælið varð eisini avgreitt.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-04-11 09:17 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Bronsudystirnir í fremstu hondbóltsdeildunum vórðu leiktir í gjár.

[object Object]

Í Hoyvík varð bronsudysturin hjá kvinnum spældur, har H71 tók ímóti Kyndli. Talan gjørdist um eitt javnt úrslit, men H71 dróg longra stráðið og vann við einum máli 28-27.

[object Object]

Menninir hjá Neistanum vóru á vitjan hjá KÍF í Kollafirði, og fóru eisini avstað við øllum Neistamenn vunnu bronsuna við úrslitinum 35-33 til Neistan.

[object Object]

Í niðara endaspælinum fall eisini avgerðin um ein vinnara í dag. Hjá monnum vann StÍF við 34-32 sigri móti Team Klaksvík niðara bólkin.

[object Object]

Hjá kvinnunum vóru tað VÍF og VB sum brustu saman í Vestmanna, og her vunnu vestmannakvinnur stórt 26-20 og vunnu niðara bólkin.

Fyrstu FM-finalurnar
Skjøtul verður settur á FM-finalurnar í dag. Seinnapartin klokkan 17 spæla Neistin og StÍF í Høllini á Hálsi í Havn, og í kvøld bresta VÍF og H71 saman. Spældar verða upp í fimm finalur.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder