Hondbóltur

H71 og Torstein gjørdu bart í fyrstu hálvfinaluni

Tryggur sigur til hoyvíkingar á Hálsi har bert 8 mál fóru inn fyri steðgin, og Torstein Sivertsen hevði 17 bjargingar samanlagt. Kyndil skal nú vinna tvær ferðir í Hoyvík.

19-ára gamli Torstein Sivertsen gjørdi bart í fyrstu hálvfinaluni (Savnsmynd: Sverri Egholm)

19-ára gamli Torstein Sivertsen gjørdi bart í fyrstu hálvfinaluni (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-04-11 13:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrsta hálvfinalan hjá monnum varð spæld í Høllini á Hálsi gjárkvøldið, har Kyndil tók ímóti H71. Liðini endaðu á ávíkavist 3. og 2. plássi í grundspælinum, og høvdu spælt tríggjar tættar dystir har. 

Hóast Kyndil var betri fyrstu minuttirnar, so gjørdist skjótt greitt, at hetta fór at verða tungt hjá teimum grønu. Orsøkin var vælskipaða H71-verjan og málverjin Torstein Sivertsen, ið partvíst tóku pippið frá stórskjúttanum William Skovsager og hinum.

Tað varð 5-3, tá beint undir sjey minuttir vóru spældir, men síðani gingu 10 minutir, til Kyndil aftur skoraði. Tá hevði H71 skorað seks mál afturat. Heimaliðið fekk bert trý mál teir seinastu 23 minuttirnar av 1. hávleiki, og leiðslan hjá H71 var í steðginum níggju mál.

Hetta var ov nógv at innheintað, og dysturin gjørdist ongantíð veruliga spennandi, hóast álopsspælið hjá Kyndli kom væl betri í gongd so líðandi. Tað var effektivt hjá H71, har fleiri fyrrverandi U21-landsliðsspælarar gingu á odda í álopinum.

[object Object]
Bogi Hansen gjørdist toppskjútti við 8 málum. Hann hevur funnið nýggjan leiklut á høgra bakki (Savnsmynd: Sverri Egholm)

[object Object]Torstein Sivertsen eftir steypafinalusigur (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Dagsins maður má tó vera Torstein Sivertsen, sum sambært teljingini hjá trok.fo hevði heilar 17 bjargingar - summar hjá 19-ára gamla málverjanum vóru heilt stórar.

26-31 og harvið stórur fyrimunur til H71 undan hálvfinalu nummar tvey sunnukvøldið. 

[object Object]
Dómaraseðilin (Mynd: hsf.fo) dystargongd sæst eisini her

Fyrsta hálvfinalan í Burn-deildini
Høllin á Hálsi, 10.04
Kyndil - H71 26-31 (8-16)

Dómaraseðil og dystargongd sæst her

Hálvfinalan nummar tvey
Sunnudagin 14. apríl
H71 - Kyndil (1-0)

Spælt verður best av trimum so H71 kann longu avgera tað har

Í kvøld, hósdagin 11. apríl, spæla KÍF og VÍF sína fyrstu hálvfinalu í Kollafirði. Tað er klokkan 19.30.

Dagført: 13.55

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder