Seinastu vikurnar hevur ein summarkapping verið í gongd, sum Hondbóltssambandið hevur skipað fyri. Har hava flestu av liðunum, sum spæla í bestu deildunum luttikið. Umframt hesi hava fleiri ungdómslandslið spælt við, og eitt úrvalslið hjá monnum, ið fyri tað mesta hevur verið mannað við landsliðsleikarum, hevur eisini verið við í kappingini.
Tað endaði eisini, ikki óvæntað, við, at leikararnir úr millum annað Viking Stavanger og KA Akureyri vunnu finaluna, ið var leygardagin í Stórhøllini. H71 var tó á odda í steðginum. Í 2. hálvleiki skoraðu hoyvíkingar bert níggju mál og úrvalsliðið vann eitt tíðarskeið 7-1 og dystinum við fýra málum.
Helgi Hildarson Hoydal var ein av hoyvíkingunum, sum var við til at vinna á H71 leygardagin (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
Hjá kvinnum skuldu U18 landsliðið stríðast móti H71, ið vann steypakappingina í februar. Talan er um aldursbólkin U02, og allarflestu leikararnir eru 16-17 ár. Tvíburðarnir Lív og Vár Bentsdóttir Zacharissen, ið vanliga spæla fyri H71, spældu fyri landsliðið, og tað var Jana Mittún úr Hoyvík ið gjørdist toppsjútti hjá landsliðnum við átta málum. Lea Lisberg av Eiði, ið mest er kend fyri at spæla fótbólt við EBS/Skála og á ungdómslandsliðunum, gjørdi eisini um seg við fimm málum, og landsliðið var væl við tað mesta av 1. hálvleiki. H71 var tó stinnari, skoraði nógv mál og vann at enda trygt.
Finalurnar í Summarkappingini
Kvinnur:
U18 landsliðiðið - H71 22-31 (9-11)
Toppskjúttar: Maria Halsdóttir Weyhe 9 mál, Durita Toftum Joensen og Jana Mittún 8 mál
Menn:
H71 - Úrvalsliðið 25-29 (16-14)
Toppskjúttar: Vilhelm Poulsen 9 mál, Jónas Djurhuus 5 mál
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald