Hondbóltur

H71 ov sterkt fyri Kyndil

Hoyvíkingar settu tingini uppá pláss í 2. hálvleiki. Bæði menninir og kvinnurnar hava harvið vunnið steypakappingina í dag.

Mynd: Jens Kr. Vang

Mynd: Jens Kr. Vang

2020-02-15 17:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Faxe Kondi kappingin - finala, menn
Høllin á Hálsi,
15.02
Kyndil - H71 19-23 (9-10)

Dystargongdin:
5 min: 1-1
10 min: 1-3
15 min: 3-5
20 min: 5-6
25 min: 7-7
35 min: 10-12
40 min: 12-13
45 min: 15-17 
50 min: 16-18
55 min: 17-20

Tá eitt lítið korter var leikt, hevði Kyndil bert skorað eitt mál. H71 var fýra mál á odda, og harvið sá tað út til at fara at gerast ein finala, ið hoyvíkingar sótu á. Men so tók Høgni Klein time-out. Kyndil, ið hevði havt stórar trupulleikar við at spæla seg til opin skot, byrjaðu nú at skorað javnan Í hinum endanum høvdu hoyvíkingar sera trupult við at skora næstu áleið tíggju minuttirnar. Eitt var at koma framvið grønu verjuni, ein annað var at koma framvið ein stórspælandi Tórð Guttesen. Landsliðsvmálverjin stóð stutt stutt fyri hálvleik við einum bjarginarprosentið á 50.

[object Object]
Tórður hevði nógvar bjargingar at fegnast um í 1. hálvleiki (Mynd: Jens Kr. Vang)

Kyndil spældi long álop, ofta til armurin hjá dómarunum var farin upp. Skjúttarnir hjá H71 komu ikki í gongd, og eina løtu var Kyndil á odda. H71 hevði tó leiðsluna, tá farið var til hálvleiks; millum annað takka verið tveimum sera góðum málum frá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu. Stórtalentið, ið skiftir til svenska meistaraliðið í summar, fekk ein stóran leiklut í sínari fyrstu vaksnamannafinalu. Hann stýrdi spælinum hjá H71 sera væl í 2. Hálvleiki og varð kosin til besta leikara

Kyndil helt heilt tætt sambandið við H71 í byrjanini av 2 hálvleiki. Liðini skiftust um at skora, og nú byrjaði álopsspælið at vera heilt gott hjá H71, Tórður Guttesen fekk ikki fatur á nógvum eftir steðgin, og Vilhelm Poulsen kom í gongd á høgra bakki. At verjan hjá hoyvíkingum so aftur fekk betri tak á merkti, at munurin kom á + 3 í løtum. Tað gekk meira striltið hjá kyndilsmonnum at skora sum minuttirnir gingu, og tað kravdi meira hjá Kyndil at skora enn hjá hoyvíkingum. Tá H71 kom á odda 20-16, tá seks minuttir vóru eftir tyktist avgjørt.

[object Object]

Bartal Klein Olsen royndi at halda lív í dystinum við Hóast gott stríð frá teimum grønum, so er H71 steypavinnari á fjórða sinni. Talan er um ein uppibornan sigur. Kyndil kláraði ikki at fylgja við seinasta korterið ella so, Talan er harvið um ein tvífaldan gulldag hjá hoyvíkingum.

Viðmerkingar og meira seinni.

Toppskjúttar: 
Bartal Klein Olsen, Elias Ellefsen á Skipagøtu og Leivur Mortensen - allir 5 mál

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder