Hondbóltur

H71 setti KÍF uppá pláss í Kollafirði

Elias Ellefsen á Skipagøtu og Hilmar Leon Jakobsen skoraðu tíggju mál hvør, tá hoyvíkingar skoraðu heili 39 mál í kvøld. Støðan hjá KÍF í hálvfinalustríðnum versnaði.

Hilmar Leon er við at finna stórformin fram, nú hálvfinalurnar nærkast (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Hilmar Leon er við at finna stórformin fram, nú hálvfinalurnar nærkast (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2020-03-07 22:59 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ein dystur í Okkara-deildini varð leiktur í kvøld. Hann varð leiktur við áskoðarum í Høllini í Kollafirði. 

Les eisini: Hondbólturin heldur fram sum vant

Heimaliðið, ið vann sera týðandi sigur á Neistanum farna vikuskifti, byrjaði betri. Eftir 10 minuttir var støðan 5-3, men so steðgaði málskjótingin hjá KÍF upp - bert trý mál fingu teir reyðu á talvuna restina av hálvleikinum. Álopsmaskinan hjá H71 koyrdi hinvegin sera væl, og tá liðið fóru til hálvleiks var avgjørt - 11 mál vóru á muni.

Hilmar Leon Jakobsen skoraði sjey mál í ósigrinum í Vestmanna mikukvøldið. Í kvøld var hann deildur toppskjútt við Elias Ellefsen á Skipagøtu.

[object Object]

KÍF skal nú allarhelst vinna tveir sínar seinstu dystir. Í seinasta umfarinum vitjar KÍF á Skála, og hetta kann gerast "finalan" um at koma víðari til hálvfinalurnar.

Okkaradeildin
16. umfar - 07.03
KÍF - H71 25-39 (8-19)
Toppskjúttar: Elias Ellefsen á Skipagøtu og Hilmar Leon Jakobsen 10 mál. Rani A. Højgaard 7 mál

Í morgin (17.00): Team Klaksvík - Kyndil

Støðan:
1. H71 26 stig (16 dystir)
2. VÍF 20 stig (16 dystir)
3. Neistin 18 stig (15 dystir)
4. StÍF 17 stig (15 dystir)
5. KÍF 17 stig (16 dystir)
6. Kyndil 8 stig (14 dystir)
7. Team Klaksvík 0 stig (14 dystir)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder