Coronavirusi hevur nú fingið beinleiðis ávirkan á fótbóltin í Føroyum. Betrideildin byrjar sunnudagin, og tað verður uttan áskoðarar. Tað verður 2. umfar eisini, landsdysturin hjá kvinnunum á Tórsvølli mánadagin eisini, eins og landsdysturin hja monnum móti Danmark í Herning 27 mars.
Sí eisini:
Fólbóltssambandið tekur sjálvandi fult undir við tilmælinum
Fer FSF ov langt?
Stór flogbóltskapping í Kollafirði, sum skuldi verða í vikuskiftinum, er avlýst. Men tað verður tó hondbóltsdystur í Kollafirði í kvøld, har oddaliðið vitjar, og KÍF skal royna t staðfesta sítt pláss í topp fýra. Hondbóltssambandið gjørdi í gjárkvøldið av, at dystirnir í vikuskiftinum og seinastu umførini áðrenn endaspælið verða avgreiddur eftir ætlan:
- Vit hava verið í sambandi við feløgini og vit vænta ikki at samla fleiri enn 500 fólk í hallunum næstu dystirnar, men koma at taka støðuna upp aftur tá endaspælið nærkast, har fleiri áskoðararkunnu væntast. Í londunum rundan um okkum vera dystir avgreiddir í øllum deildum, men uttan áskoðarar í fremstu deildunum, tá tilráðingin í td Danmark er at ikki savna fleiri enn 1000 fólk. Vit eggja øllum til at vísa ansni, við at vaska hendurnar væl og evt. spritta av
Hetta sigur Ári Rouch, samskipari hjá Hondbóltssamband Føroyar. Heilsumynduleikarnir komu i gjárkvøldið við einum tilmæli um, almenn tiltøk sum savna 500 fólk ella meira komandi tvær vikurnar skulu avlýsast, útsetast ella tillagast, og at fólk skulu vísa stórt varsemi viðvíkjandi reinføri og nærkontakt komandi tíðina, so at virusi ikki spreiðir seg.
Les eisini: Landsstýrið ræður frá at halda tiltøk fyri fleiri enn 500 fólkum
HSF heitti í gjárkvøldd á feløgini, sum fyriskipa dystir og barnakappingar næstu tíðina, um at fylgja tilráðingunum hjá heilsumyndugleikunum viðvíkjandi reinføri og øðrum. Hetta inniber hesi sjey punktini:
1) Øll, leikarar, foreldur og hjálparfólk vaska og spritta hendur áðrenn farið verður inn í høllina við komu, og eftirfylgjandi spritta hendurnar hvørja ferð, tá man fer inn í leikhøllina
2) Spritta dystarbóltar áðrenn hvønn dyst
3) Ikki taka í hondina á leikarunum á mótstøðuliðnum, tá ið takkað verður fyri dystin.
4) Hava spritt dispensarar tøkar
5) Eggja fólki til at hava hondspritt við heimanífrá
6) Um feløgini hava kiosk, vísa serligt varsemi og fyrivarni, spritta kannur, toastarar, pengakassa, knívar osfr. millum sølur.
7) Eggja fólki, sum hava sjúkueyðkenni, til ikki at møta upp
Harvið verða, eins og í fótbóltinum eingin lógvatøk til hondbóltsdystirnar í næstum, og nógv fokus á spritt í hallunum kring landið.
Les meira á heimasíðuni hjá Hondbóltssambandinum
Okkaradeildin
07.03
20.00: KÍF - H71
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald