Føroysku heilsumyndugleikarnir komu í gjár við tilmæli um, at vit øll eiga at vera serliga varin við tiltøkum, sum savna fleiri enn 500 fólk. Hetta orsaka av coronavirusinum.
Hetta fekk avleiðingar fyri fleiri tiltøk beinanvegin. Tónleikatiltakið FMA og ein flogbóltskapping í Kollafirði vórðu avlýst eftir fáum tímum, og í gjárkvøldið kom FSF við fráboðan um, at eingir áskoðarar vera til tvey tey fyrstu umførini av Betrideildini.
Fyrsta umfar verður í morgin, og ivaleyst eru fleiri sum hava glett seg at síggja føroyskan fótbólt aftur, men tað verður av ongum. Hóast tað er uttandura og allir áskoðararnir undir vanligum umstøðum ikki sita tætt.
Fremstu deildirnar í hondbólti hjá monnum og kvinnum verða avgreiddar sum vant fram til endaspælið, tá ein støða skal takast um hvat verður gjørt, sigur Hondbóltssambandið.
Sum dømi kann eisini nevnast, at yvir 50.000 áskoðarar eru savnaðir á Anfield seinnapartin har Liverpool og Bournemouth spæla.
Viðmerk niðanfyri hvat tú heldur um, at eingin áskoðarar vera til Betri-deildardystir í morgin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald